Saknur er í trimum miðvallarum

Meðan TB mannfallið er stórt, so er stór kapping um plássini á B36 liðnum

Jóannes Hansen
27. august 2023 kl. 09:54

Tvær ferðir fyrr í ár hava TB og B36 dystast. Fyrra ferðin var 5. mai, tá ið B36 vann 4-0 við Stórá í Trongisvági, og seinna ferðin var 13. august, tá ið TB fór úr Gundadali við 4-0 tapi.

Í dag er B36 aftur á Tvøroyri, og støðutalvan sigur, at teir í árstalsfelagnum eru stórfavorittar. B36 er á triðja pláss við 43 stigum, og síðani summarsteðgin hevur B36 spælt tríggjar dystir og ikki tapt. 2-2 á útivølli ímóti 07 Vestur var vónbrot, men síðani hevur B36 vunnið 4-0 á heimavølli ímóti TB og 2-0 á heimavølli ímóti B68.

Tað er stór kapping um plássini í B36. Har eru allir spælararnir tøkir uttan Erlendur Magnusson, sum er farin av landinum í útbúgvingarørindum, og so er tað ivasamt, um Hannes Agnarsson er førur fyri at spæla. Hann er darvaður av vøddaskaða.

Hjá TB eru teir ikki so nógvir á listanum. Tí rakar tað sera meint, tá ið onkur fellur frá. Tað kemur væl við, at miðverjin Aron Sørensen er tøkur aftur eftir leikbann. Tað ber við sær, at møguleiki er fyri at flyta liðformannin Salmund Bech úr miðverjuni, har hann var ímóti Víkingi, og fram á miðvøllin. Á miðvøllinum er stórt mannfall, tí tríggir miðvallarar eru leikbannaðir. Teir eru John Villi Wøldike Leo og Nikolei Johannesen, sum báðir hava sæð gula kortið fýra ferðir, og so Samudeen Musah, sum sá gula kortið tvær ferðir og harvið noyddist av vøllinum fýra minuttir undan leikloki í 1-0 tapinum í Sarpugerði síðsta sunnudag.