Saknur er í trimum lyklaspælarum

U21: Fýra spælarar, sum umboða útlendsk feløg, eru boðsendir at vera viða á U21 landsliðnum ímóti Portugal

Mynd: Jonhard Hammer
Jonhard Hammer
11. mars 2024 kl. 15:24

Fyrrapartin boðaði Eyðun Klakstein U21 landsliðsvenjari frá, hvørjum 20 spælarum, hann hevur sent boð eftir at vera við í EM undankappingardystinum, sum verður 21. mars.

Talan er um heilt stóra avbjóðing, tí Føroyar fara at spæla ímóti Portugal í fyrsta dystinum eftir vetrarsteðgin.

Tríggir av teimum, sum hava verið drúgvir, eru ikki við í hópinum hesa ferð. Talan er um miðverjarnar Áka Johannesen B68 og Samuel Chukwudi HB, sum eru við at koma seg, eftir at teir leingi hava verið skaddir, og so er tað Jørgen Nielsen úr Víkingi, sum er skaddur, og sum er leikbannaður ímóti Portugal.

Fýra spælarar umboða útlendsk feløg, og teir flestu av hinum spæla í bestu føroysku deildini.

Nýggi spælarin er HB miðvallarin Ejvind Restorff Mouritsen. Hann var fyri stórari viku síðani við til at vinna stórsteypadystin ímóti HB, og í gjøarkvøldið var hann millum teir fyrstu ellivu og ein av málskjúttunum, tá ið HB á heimavølli vann 3-2 ímóti NSÍ í fyrsta umfari í landskappingini.

Málverjar

Ari í Haraldstovu Petersen KÍ

Jóannes Davidsen EB/Streymur

 

Verja

Børge Petersen KÍ

Elias Rusborg HB

Signar á Brúnni Víkingur

Bergur Poulsen EB/Streymur

Ási P. Dam HB

Martin Agnarsson Viborg FF Danmark

Jákup Norðoy Vilhelmsen KÍ

 

Miðvøllur

Noah Hans Mneney Bryne Norra

Gullbrandur Øregaard Sandnes Ulf Norra

Aron Jarnskor Ellingsgaard Víkingur

Heini Fossdalsá Sørensen Thisted Danmark

Jónas Warner B68

Ejvind Restorff Mouritsen HB

 

Álop og síður

Jens Erik Bruhn EB/Streymur

Áki D. Samuelsen HB

Olaf Bárðarson Víkingur

Gutti Dahl-Olsen B36

Poul Kallsberg Víkingur