Saknar tú flúgvaramat?

Finska tjóðarfelagið Finnair er byrjað at selja sínar “business class”-máltíðir í handlum, so undan slepst at siga fólk úr starvi á vistaveitingardeildini hjá felagnum vegna COVID-19

Sigurjón Einarsson
26. oktober 2020 kl. 16:21

Flúgvaramatur gongur sum heitt breyð í Finnlandi. 1.600 máltíðir eru seldar uppá fáar dagar í handli nærhendis meginfloghavnini hjá Finnair, Helsinki-Vantaa floghavnini, sigur Finnair. Tey ætla nú at selja flúgvaramat í fleiri handlum.  

- Nógv fólk eru longu søgd úr starvi í Finnair, tí royna vit at troyta allar hugsandi møguleikar at finna nýhugsandi mátar at halda uppá fólkið, sigur stjórin fyri Finnair Kitchen, Marika Nieminen, til Reuters.

Finnair segði annars síðsta týsdag, at felagið fór at siga 700 fólkum úr starvi innan mars 2021. Men vistaveitingardeildin hjá flogfelagnum ger sítt til, at tað ikki verður so.

Fyrstu høvuðsrættirnir á jørðini hjá Finnair Kitchen fara fyri 95,- krónur hvør.

Í 2017 steðgaði Finnair við at útveita sínar vistaveitingar við at keypa LSG Sky Chefs – eitt felag, ið helt til í størstu floghavnini í Finnlandi og doypti tað til Finnair Kitchen.

Eitt ár seinni framleiddi Finnair Kitchen umleið 12.000 máltíðir um dagin, men datt mestsum niðurfyri, tá COVID-19 farsóttin rakti flogídnaðin.

Nieminen sigur, at Finnair Kitchen hevur ætlanir at koma við nýggjum rættum – millum annað reinsdjórakjøt úr Lapplandi og serligt svínakjøt úr Japan, ið eisini skal seljast í handlum.

- Vit hava havt nógvar jaligar afturboðanir frá okkara kundum, og hendan vøran er ein av okkara mest seldu vørum í okkara handli, sigur Kimmo Sivonen, ið er handilsmaður hjá Keskos í Vantaa.  

Kelda: Reuters