Sakin móti Donald Trump byrjar í februar

Ríkisrættarsakin móti fyrrverandi amerikanska forsetanum Donald Trump byrjar í aðru viku í februar

Sigurjón Einarsson
24. januar 2021 kl. 11:40

Tað verður í aðru viku í februar, at ríkisrættarsakin móti Donald Trump byrjar. Tað sigur fleirtalsleiðarin í Senatinum, demokraturin Chuck Schumer.

Hann leggur afturat, at ákærurnar móti Trump longu verða sendar til Senatið í næstu viku. Tað gevur fyrrverandi forsetanum umleið tvær vikur at fyrireika sína verju, áðrenn sakin byrjar.

Fleiri demokratar høvdu annars mælt til, at sakin skuldi byrja skjótast gjørligt, men gingu við til at útseta ríkisrættarsakina.

Donald Trump er ákærdur fyri at hava eggjað síni viðhaldsfólk til ófriðin móti Kongressini 6. januar, tá viðhaldsfólkini brutu inn í kongressbygningin. Íalt fimm fólk doyðu í ófriðinum.  

Hetta er onnur ríkisrættarsakin móti Donald Trump. Hann bleiv fyrru ferðina fríkendur í februar í fjør, tá republikanarnir høvdu meirilutan í Senatinum. Tá ljóðaði ákæran, at hann hevði roynt at trýst forsetan í Ukreina til at blanda seg í amerikanska valstríðið við at kanna Joe Biden og son hansara, Hunter.

Í mun til fyrru ríkisrættarsakina móti Donald Trump, so er Senatið í dag sett saman við 50 senatorum úr hvørjum flokki. Skal Trump dømast, so krevur tað, at tveir triðingar atkvøða fyri. Tað merkir, at minst 17 republikanar skulu atkvøða fyri at døma fyrrverandi forsetan, um allir demokratar atkvøða fyri.