Sakførarar í opnum kríggi á Facebook

Jógvan Páll Lassen og Christian Andreasen, sakførari hjá Posta, eru í opnum kríggi á Facebook um Posta, eftir at Starvsfelagið í Føroya rætti hevur vunnið eitt mál móti Posta viðvíkjandi einum fyrrverandi postmanni, ið var burturvístur

Sigurjón Einarsson
15. oktober 2021 kl. 16:14

Posta skal gjalda Sunleif Álaberg 252.000 krónur í endurgjaldi, eftir at Føroya rættur hevur staðfest, at Posta hevði burturvíst Sunleif av órøttum. Áðrenn fyrrverandi postmaðurin varð burturvístur, hevði útberingarleiðarin hjá Posta elt mannin við myndatóli og via GPS-aran í bili hansara.

Á Facebook hava mong funnist at Posta, fyri at brúka tílíkar mannagongdir móti einum av sínum starvsfólkum. Millum annað Jógvan Páll Lassen tók hvassa pennin fram í gjárkvøldið, tá hann skrivaði hesa dagføringina á sínum Facebook-vanga:

“Heilt erligt! Hvat fer fram í Posta. Ein stjóri til 125.000 um mánaðin stalkar eitt starvsfólk til 30.000 um mánaðin, og so ætlar formaðurin í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum - sum heldur at hetta er í lagi - sær í Landsrættin við málinum”, skrivar Jógvan Páll Lassen.

Christian Andreasen, sakførari hjá Posta, er skjótur at svara aftur, har hann finst at hansara atburði:

“Jógvan Páll, heilt erligt, tú ert advokatur og tú kennir hvørjar reglur eru galdandi fyri hóskandi atburð hjá advokatum. Tín viðmerking er sum altíð á einum sera lágum støði. Ja, mangan øtist eg um tín atburð. Fólkaflokkurin eigur ongan sum helst lut í hesum máli, og eg haldi Jógvan Páll, at tú eigur at gevast við tínum evindarliga óseriøsiteti”.

Jógvan Páll Lassen løðir kanónina, og skjýtur aftur eftir Christiani fyri at bera fleiri hattar: 

“Christian! Tú ert advokatur og politikkari - formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum – alt um hvørt annað, og bæði tingini 24/7. Tá so er, kanst tú ikki bara velja eitt nú og annað tá, og seriøsitet hevur tú ikki definitiónsrættin uppá. Habilitet er eisini okkurt sum vit skulu fyrihalda okkum til”.

Christian Andreasen svarar aftur, at tað ber væl til at skilja tingini at:

“Jógvan Páll, sjálvandi veitst tú sum advokatur, at mín uppgáva í Løgtinginum og mín uppgáva sum advokatur einki hava við hvørt annað at gera, líka so lítið sum tað at vera til dømis lækni og løgtingslimur hava nakað við hvørt annað at gera. Tín viðmerking gongur bara út uppá eitt, og tað er at raka mín persón. Ítøkiliga málið kennir tú yvirhøvur onki til. Tín útsøgn er greitt í stríð við advokatetisku reglurnar”.

Hesum er Jógvan Páll Lassen als ikki samdur við honum í:

“Fyri at skera tað út í papp Christian, so ert tú formaður í Landstýrismálanevndini sum hevur eftirlit við millum annað Jørgin Niclasen, sum velur nevndina og harvið stjóran í Posta, sum síðani tekur teg sum advokat, at forsvara stalking. Eg hopi tú skilur trupulleikan og hví fólk undrast”.

Tónasmiðurin Sunleif L. Rasmussen ger sær hesa niðurstøðuna av kjakinum millum Jógvan Páll Lassen og Christian Andreasen:

“Soleiðis virkar klientisma, Ikki bert í hesum førinum, men um allan heim. Klientarnir diktera gongdina og gjalda gildið, og "politikararnir" seta í verk diktatini frá klientunum. Soleiðis er tað blivið í Føroyum við fólkaflokkinum á odda, og soleiðis er eisini í Ruslandi, Póllandi, Ungarn, Kina, Suðuramerika, USA og sjálvandi eisini í Norður Korea og mongum øðrum londum, ið vit helst ikki vilja samanberast við. Men vit eru gott ávegis. Tíverri”.

Fyrrverandi formaður talar eisini at

Eisini Jákup Danielsen, fyrrverandi formaður í Starvsmannafelagnum, gevur ilt av sær um mannagongdirnar, ið Posta hevur brúkt móti fyrrverandi postmanninum, sum bleiv burturvístur, Sunleif Álaberg, í einari dagføring á sínum egna Facebook-vanga:

“Fyri 14 døgum síðani hátíðarhildu tey Postverk Føroya, seinni Posta, 150 ár. Chardonnay hvítvíni og snerkta breyðið við turkaðari italskari pylsu hevur hjá fleiri hug at renna uppaftur. Ein ógvuliga ófrættakendur dómur er avsagdur í Føroya rætti. Leiðslan á Posta hevur víst sítt sanna virði. Prógvini, har umboð fyri leiðsluna, hevur elt og tikið myndir av postmanni, koma nú leiðsluni aftur sum ein boomerang.

Stjórin, sum enn hevur talufrælsi á Posta, vil einki siga, men vísir til advokat, sum sigur seg vilja føra sakina upp til hægri rætt.

Nevndin í Posta sigur seg einki vita, og tað er helst trúligt, men eg hevði følt meg illa, um eg var í teirra stað. Nógvar eru sakirnar um bæði eitt og annað, men hendan sakin man vera ein á toppskoraralistanum yvir, hvussu ófantaligur man kann vera. Syndarligt, at eitt fyrr so gott arbeiðspláss skuldi fara so illa.

Eg hopi, at stjórin og nevndin tekur seg ríkiliga betaltan”, endar fyrrverandi formaðurin í Starvsmannafelagnum sína dagføring við at siga.

Bjarna Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sigur, at hann fer at taka hetta málið upp á tingi. 

Í einum lesarabrævi skrivar hann hesa viðmerkingina:

"Loyniligt GPS í bilinum, anonymt vaktarhald og fotomyndir av privatum húsum. Er hetta ein James Bond filmur? Ein krimifilmur? Nei, hetta er nýmótans kontrol og profittmaksimering frá almenna partafelagnum Posta fyriskipað av sjálvari leiðsluni.

Mann skuldi trúð, at hesi fólkini hava eina manual frá loyniligum fregnartænastum sum KGB undir kalda krígnum at virka eftir.

Hetta er ræðuligt, og tað kann ikki góðtakast, at verjuleys starvsfólk hjá almenna Posta verða viðfarin og forfylgd upp á hendan mátan. 

Nógvir spurningar eru ósvaraðir. Hvar er álitið? Og hvussu verður tað fyribyrgt, at hetta hendir aftur? Er hetta komið fyri fyrr? Er hetta vanligur starvsfólkapolitikkur hjá almenna felagnum?

Tíbetur er órættvísið rættað í ein ávísan mun í rættinum, men skal hetta fáa fylgir? Tí hesin arbeiðshátturin er langt úti. Hvat heldur nevndarformaðurin? Og hvat heldur landsstýrismaðurin?

Politiska skipanin hevur evstu ábyrgd av almennum partafeløgum, og tí fari eg sum fólkavaldur at taka hetta málið upp á tingi".