Sag er funnin í málinum um Kim Wall

Danska løgreglan hevur funnið eina sag nærheindis har tann mistonkti, Peter Madsen, sigldi við kavbáti sínum

Guðrun í Jákupsstovu
12. oktober 2017 kl. 12:16

Svenska tíðindakvinnan Kim Wall doyði umborð á kavbátinum hjá dananum Peter Madsen tann 11. august í ár. Madsen hevur tvíhildið um at Wall doyði av einum óhappi og at hann onki lógarbrot hevur framt. Hann vildi vera við, at Kim Wall doyði av at fáa eina tunga lúku í høvdið, og at hann síðani hevði "jarðað" hana í havinum.

Síðan tá eru tó alsamt fleiri prógv funnin uppá, at Kim Wall ikki doyði av at fáa eina lúku í høvdið. Fyrst var kroppur hennara funnin, síðani beinini og høvdið. Alt var sundurlimað, og á høvdinum vóru ongir skaðar ið kundu verið komnir fyri av einari tungari lúku.

Danska løgreglan hevur nú funnið eina sag á økinum, har tað er prógvað at Peter Madsen hevði siglt við kavbáti sínum, UC3 Nautilus. Hetta var í Køge víkini. Tað er væl møguligt, at sagin hevur verið nýtt til at sundurlima kroppin hjá Kim Wall.

Peter Madsen hevur, síðan bein og høvd hjá Kim Wall fóru funnin, púra noktað at svara spurningum hjá løgregluni.