Ongi úrslit

Sæunn hevur skrásett krabbameins-tilburðir í 30 ár

Heilsustýrið takkar Sæunn fyri trúfesti í hesum virðismikla og týðandi arbeiðinum

Heilsustýrið
8. januar 2025 kl. 21:30

Í gjár skipaði Heilsustýrið fyri móttøku fyri Sæunn Ólavsdóttir Hansen í sambandi við, at hon 1. januar í ár hevði arbeitt við at skráseta krabbameinstilburðir í Føroyum í 30 ár.

Krabbameinsskráin varð flutt frá Landssjúkrahúsinum til Heilsustýrið at umsita 1. september 2023, og heitt varð tá á Sæunn um at fylgja við, so framhald fekst í arbeiðið við skrásetingini.

Endamálið við at skráseta upplýsingarnar í Krabbameinsskránni er:

- At gera hagtøl og frágreiðingar um útbreiðsluna av krabbameini í Føroyum.

- Gransking innan krabbamein.

- At greina krabbameinstilburðirnar fyri at kunna leggja til rættis í sjúkrahúsverkinum.

Heilsustýrið takkar Sæunn fyri trúfesti í hesum virðismikla og týðandi arbeiðinum.

Mest lisið hesa vikuna

Tjóvur avdúkaður tí hann seldi tjóvagóðs á Facebook

Í gjár kl. 07:46

Tá ein standmynd dettur – vaknar moralurin knappliga?

2. mai kl. 19:00

Vit byggja einki land við at hálsfevna eitt fámannaveldi

3. mai kl. 11:41

Ætlanin hjá samgonguni er sum at pissa í buks

30. apríl kl. 10:18

Trý fólk tikin fyri harðskap

3. mai kl. 09:17

Heiðrað fyri at taka eitt ódnartak

2. mai kl. 09:06