Fyri nøkrum vikum síðani frumsýndi KVF nýggju heimildarrøðina "Sært tú meg?", sum Anna Joensen-Næs hevur framleitt í samstarvi við Mariu Winther Olsen. Eg havi gjørt eitt skrivligt prát við Onnu um hesa forvitnisligu sendingina, hvaðani íblásturin kom, og hvørji endamálini við røðini eru.
Til lukku við flottu røðini, nú tveir av trimum pørtum eru sýndir. Hon hevur fingið sera góða móttøku. Hvussu er kenslan?
– Túsund takk fyri! Tað er ein góð kensla. Eg føli meg róliga. Tað er deiligt, at vit nú langt um leingi eru komin á mál og kunnu vísa Føroyum endaliga úrslitið. Tað hevur verið ein lang og drenandi ferð, men somuleiðis tað besta, ið kundi hent. Tað eru nógvar kenslur upp á spæl, tá ið man er í holt við líknandi verkætlanir, og sjálvt um sálarheilsuøkið er nakað, ið eg brenni fyri, hevur tað týdningarmesta fyri meg gjøgnum alla hesa gongdina verið, at fólk kenna, at tey fáa okkurt burturúr, og at tað rakar fólk, sum hyggja at røðini.
Hevur tað gingið sum vónað og ætlað?
– Tað hevur heilt víst gingið, sum vit hava vónað og ætlað. Tað er deiligt at kenna, at man er við til at flyta okkurt her heima. At tað ger mun, tað sum man hevur arbeitt við so leingi. Alt hetta eri eg æviga takksom fyri. At vera við til at skapa eitt slag av hugburðsbroyting innan fyri eitt øki, ið annars ikki er varpað nógv ljós á. Ein góð kensla.
Hvat er títt endamál við røðini? Hvat vilt tú uppnáa við henni?
– Uff. Eg kundi sagt nógv. Men um eg skal kóka tað niður til ein setning, er boðskapurin heilt vist, at tað er ókey at verða sárbærur og tosa um kenslur, tí vit hava tær øll. Vit duga kanska ikki altíð so væl at seta orð á tær og lata upp, tí vit í ein ávísan mun óttast, hvat ið onnur hugsa, og tað er eisini í lagi. Eg havi sjálv torført við at tosa um kenslur í ein ávísan mun, tí tað er ringt. Eg haldi heilt vist, at ein av størstu orsøkunum til fleiri av samfelagstrupulleikunum í heiminum í dag er vánaligt samskifti, og at man kanska ikki roynir nóg væl at skilja hvønn annan, og hvar vit sum einstaklingar koma frá. Tað er nokk eisini okkurt serligt við føroysku mentanini, og hetta við at siga ”fyri friðs skyld.” Man heldur ofta, tað er lættari at bara lata vera við at tosa um kenslurnar og trupulleikarnar. Hetta kann vera ógvuliga skaðandi, tí vit eru øll bara menniskju, og vit føla øll okkurt. Endamálið við røðini er heilt vist at skapa eina hugburðsbroyting innan evnið. At royna at læra at skilja hvønn annan, og hvar ið vit øll sum einstaklingar koma frá.
Hetta var upprunaliga eitt hugskot, sum varð filmað á Nóllywood og víst á Geytanum, ikki so? Hvussu mentist tað harfrá til at gerast ein KVF røð?
– Tað byrjaði alt fyri trimum árum síðani á Nóllywood, tá ið eg leikstjórnaði mini heimildarfilmin "Vit/kenslur". Maria var leiðari hjá okkara filmsbólki tá. Eg minnist, vit sótu nøkur ung kring eitt borð og skuldu hugsavna okkum um, hvat hugskot vit ynsktu at fara við. Samrøðan gjørdist skjótt ógvuliga djúp, og vit sótu øll eitt sindur soleiðis og varnaðust, at vit høvdu tað trupult við at tosa um kenslur og vóru samd um, at tað sokkar, at tað skal vera so. Hetta var byrjanin til okkara hugaheim. Eg og Maria høvdu eitt serstakt samband longu tá og skiltu hvørja aðra á ein serligan hátt. Heimildarfilmurin bleiv síðani tilnevndur til Geytan 2022.
Hvussu byrjaði samstarvið við Mariu Winther Olsen?
– Tíðin gekk, og so ein dagin fyri kanska einum ári síðani ringdi Maria til mín og spurdi, um eg ikki hevði hug til at gera eina víðarimenta útgávu av heimildarfilminum fyri Kringvarp Føroya, tí Ivan hevði prikað til hana nakrar ferðir og sagt, at man burdi gjørt okkurt líknandi. Og hvør sigur ikki ja til tað?
– Maria sá meg. Hon vildi føra okkara lítla hugaheim víðari til nakað størri, og hetta eri eg æviga takksom fyri. Hetta er nokk ein av fyrstu ferðunum, at Kringvarpið hevur valt at lova teimum ungu fram at í sjónvarpinum á henda hátt og harvið geva okkum eina rødd. Hesum eri eg ógvuliga takksom fyri at vera partur av. Sjálvt um tað kanska kennist sum ein stór ábyrgd, føli eg meg ógvuliga hepna at sleppa at umboða ein málbólk, ið annars hevur verið gloymdur í føroysku miðlunum.
Tey ungu í sendingini hava verið djørv og opin og tilvitað um seg sjálvar og sínar kenslur. Duga tey ungu betur enn tey eldru ættarliðini at tosa um kenslur?
– Vit eru ógvuliga errin av okkara luttakarum og halda tey vera av djarvastu og kulastu fólki, sum finnast. Tey eru okkara stjørnur. Vit hava verið ógvuliga tilvitað um, at allir luttakararnir í røðini skuldu vera ymisk og somuleiðis umboða ymisk sjónarmið og ymsar partar av Føroyum. Tey koma úr øllum Føroyum. Hetta ger, at hvør okkara kann seta seg sjálvan í samband við onkran av teimum og taka bitar frá ymisku luttakarunum. Sjálvt um tey eru opin og fleiri teirra tilvitað um sínar kenslur, sær man eisini, hvussu ringt tað í veruleikanum er at lata seg upp og seta orð á kenslurnar. Tað kom fyri nakrar ferðir undir upptøkunum, at vit vóru noydd til at steðga á, tí tað bara bleiv ov mikið.
Heldur tú, at føroyingar áttu at dugað betur at tosa um kenslur?
– Tá ið man tosar um ung og kenslur, og hvar ið vit eru í dag í mun til fyrr, haldi eg heilt vist, at vit eru á røttu leið. Tað er kanska eitt sindur lættari hjá teimum ungu at tosa um, hvussu tey hava tað, tí tey eru voksin upp í eini heilt aðrari og nýggjari tíð enn undanfarnu ættarliðini. Tó haldi eg ofta, at møtið millum tey eldru og yngru ættarliðini kann ganga galið. Tey eldru hava kanska eina hugsan um, hvussu tað kennist at vera ungur, men tað er ringt at tosa um ung, tá ið man ikki sjálvur er ungur. Hetta er fyrstu ferð í Føroyum, at man á hendan hátt hoyrir ung lata seg upp og tosa um, hvat ið tey hava uppá hjarta.
Hvat kunnu vit vænta í triðja partinum?
– Har eru nógvar kenslur upp á spæl. Søgur, ið ikki áður hava verið fortaldar, sum nú fáa ljós varpað á seg. Har er nakað øðrvísi við hesum partinum, tí vit hava valt at dedikerað hann til sálarsjúkur og at verða avvarðandi. Øll fýra, ið eru við í síðsta parti, kenna antin til lívið við sálarsjúku ella hava onkran tættan í lívinum, ið hevur stríðst. Tit kunnu gleða tykkum, tí nú kemur endabresturin.
– Kunnu vit vænta fleiri tílíkar røðir frá tær í framtíðini? Hevur tú fleiri hugskot?
Hmm. Har eru kanska nakrar verkætlanir ávegis. Eg arbeiði altíð uppá okkurt, og eg haldi, at tað er feitt; at kenna seg inspireraða og at kunna gera mun. Eg havi í veruleikanum altíð sagt, at eg ynski at fara sjónleikaleiðina, men eg endi tó altíð við at gera film. Men eg elski tað og eri kanska sindur við at finna útav, at tað er nakað, ið eg vil skal fylla nógv frameftir. Og nú, tá ið røðin hevur klárað seg so væl, kann tað verða, at vit fara at framleiða fleiri partar. Vónandi. Vit hava í hvussu er spælt við tankan. Har eru nógvar søgur, ið ikki eru sagdar, og tað finnast nógvir ymiskir og nýggir hættir at spæla við konseptið.