- Eg eri sera, sera errin av at taka ímóti hesum heiðrinum í ár, soleiðis segði Sadio Mané í gjárkvøldið, eftir at verða kosin ársins leikari í Afrika, tá CAF-virðislønirnar vóru handaðar í Rabat í Marokko.
Tað er ikki uttan orsøk, at senegalesarin fekk henda heiðurin, tí hann hevði eitt framúr kappingarár í 21/22. Samanlagt skoraði hann 23 mál í 51 dystum fyri Liverpool. Haraftrat vann hann bæði Carabao Cup og FA Cup. Hóast tað gekk væl í Liverpool, so hevur Mané í summar skift Liverpool út við týska størfelagið Bayern München.
Gekk tað væl hjá honum í Liverpool, so gekk tað uppaftur betur hjá honum, tá hann skuldi umboða heimland sítt Senegal. Í februar skeyt hann avgerandi brotssparki í brotsparkskappingini ímóti Egyptalandi í finaluni í Africa Cup of Nations-endaspælinum (AFCON). Hetta er fyrstu ferð í søguni, at Senegal hevur vunnið AFCON-kappingina.
Haraftrat var hann ein mánað seinni við til at tryggja Senegal eitt pláss til HM-endaspælið, sum verður í Katar í vetur. Billettin til Katar var tryggjað við enn einum sigri á Egyptalandi í dysti um eitt pláss til HM-endaspælið.
Hetta er aðru ferð, at Mané fær heiðurin sum ársins leikari í Afrika. Fyrru ferð var í 2019. Nummar tvey gjørdist fyrrverandi liðfelagið hansara Mohamed Salah, meðan Chelsea málverjin, Eduard Mendy, gjørdist nummar trý.
CAF-viriðslønin, er størsta virðislønin ein einstaklingur kann vinna í fótbólti í Afrika. CAF (Confederation of African Football) er heitið á afrikansku fótbóltssamgonguni. Hvørt ár skipar CAF fyri tiltakið, har virðislønir verða latnar til ársins leikara, venjara og ymiskt annað.
Fyrrverandi B71 venjarin, Tom Saintfie, sum í løtuni er venjari hjá Gambia, var tilnevndur millum fýra aðrar sum ársins venjari í Afrika. Men tá tilnevningarlistin skuldi skerjast frá fimm til tríggjar venjarar, var hann vigaður og funnin ov lættur. Ístaðin gjørdist venjarin hjá Senegal, Aliou Cisse, ársins venjari, eftir at hava leitt Senegal til AFCON-sigur og tryggjað landinum eitt pláss til HM-endaspælið.