Amerikanska sjónleikarindan Sacheen Littlefeather, sum gjørdist viðagitin fyri at nokta at taka ímóti einum Oscar fyri Marlon Brando, er deyð, 75 ára gomul.
The Academy of Motion Pictures, sum standa fyri Oscars heiðurslønunum, boðaðu frá deyða hennara á Twitter í gjár.
Sacheen Littlefeather hevði stríðst við bróstkrabba.
Marlon Brando vann Oscar virðislønina fyri besta sjónleikara til Oscars í 1973 fyri leiklutin sum Vito Corleone í Godfather. Men sum mótmæli móti vantandi rættindum hjá upprunafólki í Amerika og vánaligu umboðan teirra á filmsløriftinum møtti Brando ikki upp til handanina.
Ístaðin fyri Brando kom Sacheen Littlefeather, sum var apacheindiansk sjónleikarinda og aktivistur, á pallin, har hon greiddi frá, at Brando hevði biðið hana umboða seg. Littlefeather segði, at Brando helt lítið um mátan, ið indianarar vórðu lýstir og umboðaðir í amerikanskum filmum og sjónvarpi, og at hann tí ikki kundi taka ímóti heiðurslønini.
Boðini frá Littlefeather fingu blandaða móttøku úr salinum. Summi róptu, meðan onnur klappaðu. Littlefeather vildi seinni vera við, at vaktir máttu halda sjónleikaranum John Wayne frá at leggja á hana handan pallin, og Littlefeather varð síðani sett á svartalista í Hollywood.
Oscars akademiið bað í august í ár Littlefeather formliga um umbering fyri viðferðina, ið hon fekk í kjalarvørrinum á Oscars heiðurslønunum í 1973.