Beint áðrenn náttúrða hendi eitt ferðsluóhapp í Havn - men bilførarin rýmdi av staðnum. Løgreglan sigur, at óhappið hendi tá ið ein bilur torpederaði eitt stakitt rundan um eini hús, sum tikið verður til.
Tá ið hann bakkaði út aftur rendi hann eisini á ein bil, áðrenn hann koyrdi avstað – við einum træpetti av stakittinum í kølaranum.
Men fólk, sum sóu tilburðin, høvdu tikið alt upp á telefon og soleiðis fekk løgreglan nummarplátuna á bilinum og so var gamaní at finna bilføraran.
Tá ið løgreglan fekk fatur á bilføraranum, var hann ikki edrúur so hann er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, umframt at rýma av staðnum eftir eitt ferðsluóhapp.
Tann, sum hevur verið uppi í ferðsluóhappi kann ikki drekka í seks tímar aftan á, tí so verður tað tikið sum um at viðkomandi hevur koyrt við kenning tá ið ferðsluóhappið hendi.