38 ára gamli Rasual Butler, og konan Leah LaBelle, doyðu týsnáttina lokala tíð, í eini bilvanlukku í Los Angeles.
Tey bæði mistu tamarhaldið á bilinum og endaðu inni á einum parkeringsøki. Har rakti bilurin trý parkometur og ein múr. CBS vísir á, at kanningar vísa, at bilurin koyrdi í minsta lagi tvífalt loyvdu ferð. Vanlukkan hendi í einum øki, har tað bert var loyvt at koyra 35 míl um tíman, ið svarar til umleið 56 kilometrar um tíman.
Rasual Butler var garvaður innan amerikanskan kurvabólt. Hann spældi heili 14 kappingarár í heimsins bestu kurvabóltsdeild. Hann spældi við átta ymiskum liðum. Miami Heat, Los Angeles Clippers, Chicago Bulls, Toronto Raptors, Indiana Pacers, New Orleans Hornets, Washington Wizard og San Antonio Spurs fingu øll ágóðan av evnunum hjá Rasual Butler.
Besta kappingarárið hjá honum var kappingarárið 2009/10, tá hann var millum lyklaleikararnar hjá Los Angeles Clippers. Hann spældi allar 82 dystirnar á tamb og skoraði í miðal 12 stig per dyst. Í trimum kappingarárum skoraði hann yvir 10 stig per dyst, og í sjey kappingarárum spældi hann yvir 65 dystir.
Kelda: tv2.dk