-Vit hava ikki meira enn sett hol á arbeiðið at gera okkara fyrstu fíggjarlóg, so enn ber als ikki til at siga nakað ítøkiliga um innihaldið í henni.
-Roknast kann heldur ikki við, at verulig gongd kemur á arbeiðið at snikka eitt uppskot saman, fyrrenn eftir summarfrítíðina. Men tá hava vit so heldur ikki meira enn tveir mánaðir – august og september – til at fáa hetta arbeiðið frá hondini, so tá skal berast skjótt at.
Soleiðis sigur Ruth Vang, sum júst í hesum døgum hevur sitið í eitt hálvt ár í sessinum sum landsins evsti kassameistari.
Á arbeiðsborði sínum í gomlu, hugnaligu skrivstovuni í Leigubúðini í Tinganesi hevur hon standandi, í pinkustødd, eina stuttliga útgávu av gíriga ”Onkel Joakim” (Uncle Scrooge), sum vit kenna frá vælumtóktu amerikonsku Disney-teknirøðini av sama navni...
Trívist væl
-Hvussu hevur tú trivist í hesum nýggja sessinum higartil?
-Eg havi trivist ordiliga væl. Fíggjarpolitikkur hevur altíð verið raðfest frammarlaga hjá mær og okkum í Framsókn. Viðhvørt kanst tú kanska sita við kensluni av, at hini átta landsstýrisfólkini bara vilja brúka pengar, og at tú ert einsamøll um at sita og passa upp á pengarnar. Men hetta er sjálvandi ikki so. Vit eru øll somul áhuga í, at tað gongur væl og hava ans fyri hesum hvønn dag. Og tað er bæði hugaligt og neyðugt. Jú, sum heild trívist eg ordiliga væl.
-Er nakað komið óvart á teg, síðani tú setti teg í henda tunga sessin?
-Ja, bert á positivan hátt. M.a. eri eg vorðin ovfarin av, hvussu dugnalig, nærløgd og hjálpsom starvsfólk, eg havi rundan um meg her í ráðnum. Hetta lættir sera nógv um gerandisdagin. Her fært tú leverað og serverað tingini upp á ein góðan og positivan máta, sum lættir munandi um í øllum, tú tekst við.
Stóra avbjóðingin
Ruth Vang væntar, at tað fer at seta stór krøv til samgonguna at fáa snikkað eitt fíggjarlógaruppskot saman fyri næsta ár.
-Eg vænti, at stóra avbjóðingin verður at finna semjur um at raðfesta vallyftini, vit hava givið í samgonguskjalinum. Greitt er, at alt kann ikki fremjast í senn. Neyðugt verður at drýggja ætlanir okkara yvir alt valskeiðið.
-Vit síggja, at vit nú renna okkum inn í tað, sum vit hava vitað í nógv ár, men sum undanfarnu samgongur tíverri ikki hava tikið í nóg stórum álvara.
-Ein framskriving av virkseminum, vit hava í dag, vísir, at sama virksemið fer at kosta fimm prosent meira í rakstri næsta ár. Fíggjarmálaráðið metir, at vøksturin ikki eigur fara upp um 4,5 prosent. Sambært metingum so vaksa bara útreiðslurnar á almanna- og heilsuøkinum við umleið 100 mió. kr. um árið næstu árini.
-Vøksturin stavar frá m.a. teimum nýggju tilboðunum og bøttu tænastunum, sum settar eru í verk, uttan at hugsað hevur verið um at framtíðartryggja vøksturin.
-Sjálvt um vit nú hava hækkað tøku-og veiðigjøld, er munurin millum mettu inntøkur og útreiðslur bert eitt pluss upp á 30 mió. kr., meðan mál okkara er at hava eitt avlop á fíggjarlógini næsta ár, sum er tvífalt so stórt ella umleið 60 mió. kr. So vit skulu út at finna 30 mió. kr., staðfestir Ruth Vang, samstundis sum hon ger vart við, at tá er hædd ikki tikin fyri kostnaðinum av teimum átøkum, samgongan hevur sett sær fyri at fremja næsta ár.
Fíggjarpolitiskt regluverk
-Tú arbeiðir eisini við einum fíggjarpolitiskum regluverki, ið skal avmarka vøksturin í almennu útreiðslunum. Hvussu líður við hesum arbeiðnum?
-Tað vóni eg eisini at kunna koma á mál við í heyst, og vónandi verður breið undirtøka fyri hesum. Endamálið við regluverkinum er at fáa staðfest, hvussu nógvan pening, vit kunnu loyva okkum at brúka. Fara vit upp um, ja, so er talan um eina rokning, sum vit senda fram í tíðina og harvið leggja á herðarnar á okkara børnum og ommu- og abbabørnum.
- Hvussu ætlar tú og samgongan at minka um almennu útreiðslurnar?
-Vit eru greið yvir, at vit kunnu ikki bara halda fram við at lata útreiðslurnar spola uppeftir, tí so endar tað galið. Her er tó vert at viðmerkja, at vit í løtuni eru yvirhøvur væl fyri fíggjarliga. Skuldin er lítil, so tað er ikki soleiðis, at deyðin er í durunum. Men okkum tørvar at bjálva okkum til framtíðina og verri tíðir - og at vit gerast alsamt fleiri og fleiri eldri. Hvussu vit fáa bilbugt við hesum, hava vit onga loysn á, fyrrenn eftir summarfrítíðina.
Gott stev
-Hvussu er stevið í samgonguni?
-Tað er á eini heilt góðari leið, haldi eg. Ikki vánaligt, sjálvt um tað kann síggja soleiðis út úteftir. Men eg eri ikki samd í, at samgongan liggur á deyðastráð, so sum onkur eygleiðari róði framundir herfyri.
-So tá politiskir viðmerkjarar siga seg ivast í, um samgonguni verður lív lagað alt valskeiðið, tí semja ikki fer at fáast um fleiri mál, so er hetta ikki tín kensla?
-Nei, tað dugi eg ikki við mínum besta vilja at síggja. Harafturímóti harmar tað meg ómetaliga nógv, at tað ikki hevur eydnast okkum at fingið breiðar semjur tvørturum samgongu og andstøðu.
-Hvørji mál hugsar tú um?
-Fyrst og fremst um veiðigjøldini, tøkugjaldið og loysnina hjá samgonguni um samstarvið við Russland.
Fíggjarliga forsvarligt
-Nær sært tú fyri tær, at farið verður undir at gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar?
-Tað er øgiliga torført at siga nakað um tað, so leingi vit ikki vita, hvat ein slíkur tunnil fer at kosta - og um tað yvirhøvur er fíggjarliga forsvarligt. Vit í Framsókn hava tilvitað ikki lovað suðuroyingum ein tunnil ella nevnt nakað um, nær spakin kann setast í. Hann kann jú kosta eina heila fíggjarlóg!
-Vit hava sett 20 mió. kr. av til neyðugar forkanningar, og tá tær eru lidnar um tvey ár, verða vit vónandi eitt sindur klókari. Vit í Framsókn eru avgjørt fyri einum Suðuroyartunli. Spurningurin er bara, nær hann skal gerast.
-Tú hevur sagt, at skattalætti og stytt arbeiðsvika verða ikki sett í verk, fyrrenn fígging er funnin til hetta. Hvussu eru útlitini fyri at halda hesi bæði vallyftini?
-Tað er ov tíðliga at siga í hvørji raðfylgju ella nær hetta verður gjørt. Styttri arbeiðsvika økir eisini um raksturin, so vit skulu finna pengarnar onkunstaðni í rakstrinum. Samstundis mugu vit hugsa um at hava eitt avlop, sum ger okkum før fyri at møta verri tíðum.
-Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til, at spurningurin um arbeiðstíð og arbeiðsvikuna verður viðgjørdur væl og virðiliga í trípartasamráðingum millum tað almenna og partarnar á arbeiðsmarknaðinum, áðrenn nakrar broytingar verða gjørdar. Hvat heldur tú um tað?
-Hatta er ikki mítt málsøki, men sum forkvinna í Framsókn kann eg ikki annað enn taka fult undir við tilmælinum hjá FAG.
Skattaskipanin afturúrsigld
-Skattastigin hevur verið óbroyttur seinastu átta árini hóast prísvøkstur og inntøkuvøkstur. Hetta ger, at ein stór fjøld av vanligum løntakarum rindar nógvan marginalskatt.Tú hevur sagt, at hetta skal broytast, soleiðis at størri áhugi er at arbeiða meira. Nær verða broytingar framdar á hesum øki?
-Greitt er, at okkurt má gerast á hesum øki. Tekur tú ein miðalløntan, er marginalskatturin hjá viðkomandi vaksin 5-6 pst. síðani 2016, tá skattastigin seinast varð broyttur. So hann má broytast. Men eisini hetta kostar. Tó er hetta eitt mál, sum vit avgjørt ætla okkum at gera okkurt við. Og tað krevur, sum við so mongum øðrum, at vit blíva samd um, hvussu hetta skal fíggjast.
-Eg vóni, at tað fer at eydnast at snikka ein skattalætta saman fyri meðallønt, ikki minst kvinnustørvini, sum í roynd og veru fara niður í løn við at fara upp í tíð. Hetta tí at nettotímalønin lækkar. Hetta kemst av, at skatturin tekur størri part jú meira ein arbeiðir. Skattaskipanin er afturúrsigld í mun til lønargongdina og tað eiga vit at rætta.
Eftirmeta serskipanir
-Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir eisini til at strika serskipanir fyri fólk, sum arbeiða uttanlands, og ístaðin at lækka lønarskattin hjá lág-og miðalløntum til tess at tryggja vælferðina í komandi árum. Hvørja viðmerking hevur tú til hetta?
-Galdandi skipan loysti einaferð ein trupulleika fyri okkum, tá stórt arbeiðsloysi var. Nú skapar hon ein trupulleika fyri okkum, tí vit mangla arbeiðsmegi. Tað er ræðuliga ringt at strika hesar skipanir, tí nógvir borgarar, sum eru veljarar, hava fyrimunir av skipanunum. Men vit skulu eisini minnast til, at hesir borgarar hava atgongd til allar vælferðarskipanir á jøvnum føti við aðrar borgarar her í landinum, uttan at rinda nakað fyri tað. Bert tíðin fer at vísa, um undirtøka verður fyri at broyta hesi viðurskifti.
-Hvat heldur tú sjálv?
-Persónliga haldi eg, at tað hevði verið rætt at strika eitt nú serskipanir, sum eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands, men hetta verður ivaleyst torført at fáa undirtøku fyri. Vit fara kortini at taka hetta upp til viðgerðar undir fíggjarlógarviðgerðini.
-Forkvinnan í fíggjarnevndini, Eyðgunn Samuelsen, mælir eisini til at eftirmeta tørvin á serskipanunum í dag. Ert tú fyri tí?
-Vit fara at hyggja eftir, hvat vit kunnu fáa undirtøku fyri. Sama er galdandi í málinum um mótrokningina av pensjónum. Vit verða noydd at finna pengarnar onkunstaðni. Talið á pensjónistum veksur við rúkandi ferð, og skulu øll framhaldandi hava sama útgjald frá tí almenna, uttan at skeitt verður eftir inntøkum teirra, so mugu tillagingar gerast á útreiðslusíðuni á fíggjarlógini.
-Tú hevur eisini luftað tankan um at avtaka alskyns stuðulsskipanir, eitt nú fiskimannafrádrátt, uttanlandsfrádrátt - og at avmarka mvg afturberingina til elbilar, so at dýrir bilar ikki skulu fáa mvg aftur. Hvussu verður við øllum hesum?
-Ja, hasum verða vit eisini noydd at hyggja at í arbeiði okkara, uttan at eg í løtuni kann siga nakað meira ítøkiligt um tað.
-Hvat ert tú mest fegin um at hava fingið avrikað higartil sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum?
-Tað er, at vit hava fingið lækkað ríkisveitingina. At vit hava fingið sett hol á tað. Hesum stríddist eg av øllum alvi fyri undir samgongusamráðingunum, og hetta eri eg sera fegin um, endar Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
FAKTA
Ruth Vang er fødd í Havn 5. apríl 1966 og er sostatt 57 ára gomul.
Hon er gift Dániali. Tey eiga 3 børn og 3 ommubørn.
Hon er útbúgvin ljósmóðir og hevur tikið HD í fíggjarstýring. Umframt at hava arbeitt sum ljósmóðir, var hon eitt áramál eisini leiðari hjá ljósmøðrunum.
Ruth hevur eisini starvast sum kredittráðgevi á peningastovni, og áðrenn hon kom á ting, var hon deildarleiðari fyri dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu.
Ruth kom á ting sum varafólk í 2015. Hon var nevndarforkvinna í fíggjarnevndini tey fyrstu trý 3 árin. Harafturat hevur hon havt sess í rættarnevndini, Norðurlandaráðnum og Útnorðurráðnum.
Á kommunuvalinum í november 2020 varð Ruth vald í Tórshavnar býráð.
Á løgtingsvalinum 8. desember 2022 var hon fyrstvald á listanum hjá Framsókn við 981 atkvøðum. 16. dagar seinni, 22. desember, tók hon við sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Samstundis fór hon í farloyvi frá Tórshavnar býráð.
Ruth hevur verið forkvinna í Framsókn síðani mars 2020.
Frítíðarítriv hennara eru ommubørnini, sum eru trý í tali, at ganga í náttúruni, at vera í húsunum hjá okkum í Froðba, og at lesa bøkur. Hon hevur altíð eina, tvær ella tríggjar bøkur liggjandi.