Ruth bjóðar til tíðindafund

Uppskotið til fíggjarlóg verður lagt fram á tíðindafundi í Smæruni fyrrapartin mánamorgunin

Jóannes Hansen
27. september 2024 kl. 20:13

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, bjóðar til tíðindfund. Tað er í sambandi við, at hon vegna landsstýrið leggur fram fíggjarlógaruppskotið fyri 2025. Tíðindafundurin verður í Smæruni mánadagin 30. september klokkan 10.15. 

Tíðindafundurin verður eisini stroymdur á heimasíðuni www.fmr.fo