Russiski forsetin, Vladimir Putin, segði í einari sjónvarpssamrøðu í gjár, at hann hevði viðurkent lýðveldini Donetsk og Lugansk sum sjálvstøðug. Hesi bæði loysingarlýðveldini liggja í landsynningspartinum av Ukraina – í Donbas.
Tað skrivar miðilin, Radio Free Europe/Radio Liberty (RFE/RL).
Í sjónvarpssamrøðuni kom fram, at heitt hevur verið á russisku samveldisstjórnina at stuðla og staðfesta avtaluna, sum verður gjørd við lýðveldini. Samstundis heitti leiðarin í Kreml á Kiev um at vísa ábyrgd og forða fyri at tað endar við einum blóðbaði.
– Tey, ið hava valdið nú í Ukraina, eru komin til eftir stjórnarkvettið í 2014, segði Putin og legði afturat.
– Vit biðja tey, ið hava ábyrgdina av valdinum í Kiev, um at vísa ábyrgd, so undan slepst, at hetta endar við einum blóðbaði, sum tey hava ábyrgdina av.
Russiskt sjónvarp vísti løtuna, tá Putin skrivaði undir tær relevantu boðanarbrøvini og avtalur við leiðaranar av fólkalýðveldinum Donetsk og fólkalýðveldinum Lugansk. Sambært RFE/RL, so er endamálið við hesum avtalum, at geva Russlandi løgfrøðiliga grundarlag fyri at senda herdeildir til eystara landspartin í Ukraina, Donbas.
Sambært RFE/RL fóru herdeildir hjá russiska herinum mánadagin inn í loysingarlýðveldini í Donbas og eru nú at síggja í fólkalýðveldunum báðum, fyri at “varðveita frið í økinum”, endurgevur tíðindastovan TASS Putin, sambært RFE/RL.
ES finst at avgerðini hjá fólkalýðveldinum báðum, Donetsk og Lugansk, tí hetta er eitt brot á fólkarættin og brot á Minsk-avtalurnar, sigur forkvinnan í ES-kommissjónini, Ursula von der Leyen. Tað sama sigur bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, týski kanslarin, Olaf Scholz, amerikanski forsetin, Joe Biden, og franski forsetin, Emmanuel Macron. Macron hevur eisini róst Ukraina, fyri at vísa góðan og varligan atburð í hesi truplu tíðum.