Russland nær við at kringseta Bakhmut eftir fleiri mánaðar av stríði

At síggja til royna russar at forða fyri teimum seinastu ukrainsku farleiðunum inn og út av býnum Bakhmut

Ragnar Sjúrðarson
4. mars 2023 kl. 09:29

Tann kringsetti eysturukrainski býurin hevur verið miðdepilin fyri ógvusligum stríði í fleiri mánaðir. Býurin er eitt týdningarmikið mál fyri Russland, sum roynir at vinna sín fyrsta størsta sigur í umleið eitt hálvt ár. Tað skrivar Ritzau.

Russiski hermenn og leiguhermenn skutu í gjár fleiri av farleiðunum í býnum við stórum skotvápnum.

Sambært leiðaranum av privata herinum Wagner bólkinum er býurin næstan heilt umringaður. Bert ein farleið er opin fyri Ukraina sambært Wagner leiðaranum.

Tíðindastovan Reuters hevur vitnað nógva skjóting av fleiri vegum, sum føra út úr býnum á vestari leiðini.

Ein brúgv nær býnum Khromove er eisini illa farin.

-    Deildir hjá hernaðarbólkinum Wagner hava praktiskt sæð kringsett Bakhmut, sigur Wagner leiðarin, Jevgenij Prigozjin.

-    Tað er bara ein vegur eftir. Klípitongin er við at fáa fatur á, sigur Wagner leiðarin.

 Samstundis halda ukrainskir hermenn fram við at bøta um skaðar á vegunum við hermótið.

Tað er eitt tekin um, at Ukraina ikki hevur uppgivið stríðið um býin enn. Á vestaru síðuni gravar Ukraina nýggjar skotgravir fyri at styrkja um verjuna.

Volodymyr Nazarenko, sum hevur eina leiðandi støðu í ukrainsku tjóðarverjuni, sigur við ukrainska miðilin NV Radio, at støðan er “kritisk”.

Teir stríðast døgnið runt.

-    Teir leggja onki í, hvussu nógv teir missa, tá teir royna at yvirtaka býin við at leggja á hann. Uppgávurnar hjá okkara hermonnum er at syrgja fyri, at tapið hjá fíggindanum er so stórt sum møguligt. Hvør metur av ukrainskari jørð kostar fíggindanum hundraðtals av lívum, sigur Nazarenko.

-    Talið av russarum er ov stórt til, at vit kunna oyðleggja teir við tí lóðuri vit hava, sigur hann.

 

/ritzau/Reuters