Russland hevur í nátt fram fleiri rakettálop á fleiri Ukrainskar býir, og fyri fyrstu ferð í fleiri mánaðir hava eisini verið rakettálop á høvuðsstaðin Kyiv.
Rakettálopini koma í kjalarvørrinum á álopið á Kerch brúnna, ið knýtir saman Krim-hálvoynna við Russland.
Vladimir Putin, forsetin í Russlandi, hevur kallað álopið á Kerch brúnna fyri eitt yvirgangsálop, og nógv bendir á, at nýggjastu álopini á Ukrainskar býirnar eru aftursvar til atsóknina á brúnna.
Sambært BBC hava fleiri rakettir rakt miðbýin í Kyiv, og frágreiðingar vilja vera við, at fleiri fólk hava latið lív av atsóknunum.
Umframt Kyiv eru eisini Zaporizhzhia, Dnipro, Kharkiv og Lviv raktir av álopum í nátt, og meðan tað ikki er greitt, hvussu nógv fólk hava latið lív í teimum álopunum, er greitt, at partar av bæði Kharkiv og og Lviv eru uttan vatn og streym.
Borgarstjórin í Kyiv, Vitaliy Klitschko, sigur sambært BBC, at rakettirnar hava rakt týðandi infrastrukturu í býnum, og Paul Adams, BBC journalistur í Kyiv, sigur í morgun, at ljóðávaringarnar hava ýlt uttan steðg í allan morgun.