Russland legði í gjár fram eina sonevnda antiyvirgangstrategi, har tey løgfrøðiliga skilmarka orðingar sum “russofobi” og “Xenofobi”.
Sambært Institute for the Study of War (ISW) er talan um eina eyðsýnda víðkan av møguleikunum hjá Russlandi, at rættarsøkja mótstøðufólk av krígnum í Ukraina og førda politikkinum í Kreml. Orðingarnar kunnu nýtast í breiðum týdningi um innanhýsis atfinningar av Russlandi, ljóðar tað.
Samstundis hava russiskir myndugleikar víðka skilmarkingina av “radikalismu” til eisini at fevna um ynskir um at broyta russisku grundlógina, ella russiska landøki. Harvið ynskir landið at gera atfinningar av núverandi krígsgerðunum, til eina atfinning av Russlandi sum heild, sum við nýggju lóggávuni verða ólóligar, skrivar ISW.
Málið við nýggju lóggávuni, er sambært ISW at fáa innanhýsis atfinnarar í Russlandi at fremja sjálvsefterlit, við at ræða tey við løgfrøðiligum avleiðingum.