Russland finst at amerikanskum journalistum í Kursk
Russland sigur at journalistarnir eru farnir ólóliga inn í Kursk
Ragnar Sjúrðarson
21. august 2024 kl. 12:11
Russiska uttanríkisráðið hevur kallað chargé d'affaires hjá USA til eina samrøðu um amerikanskar journalistar í Kursk. Tað skrivar Reuters.
Russland finst at tí, sum landið kallar “provokerandi atburð” hjá journalistunum.
Í samband við Ukrainsku álopini, har hermenn eru farnir inn í partar av russiska økinum Kursk, har útlendskir journalistar gjørdu tíðindi í økinum.
Reuters skrivar, at russiska uttanríkisráðið hevur fortalt amerikanska sendiharranum, at journalistarnir eru farnir ólóliga inn í øki, og at Russland fer at rættarsøkja teir.
Amerikanska uttanríkisráðið hevur hvørki váttað ella viðmerkt fundin við russiska uttanríkisráðið.