Russiska stjórnin upplýsti í gjár, at Russland droppar sokallaða Earth Hour.
Tað skrivar tíðindastovan AFP.
Altjóða náttúrugrunnurin (WWF) stendur handan Earth Hour, har allir heimsins borgarar verða heittir á, at sløkkja ljósið í 60 minuttir í dag, 25. mars.
Stjórnin í Moskva hevur stempla felagsskapin sum “fremmandan njósnara”.
Eftir russisku innrásina í Ukraina í februar í fjør, hevur Russland sligið hart niður á tær flestu útlendsku felagskapirnir, eitt nú veðurlagsfelagskapir.
Russland hevur annars aktivt luttikið í tiltakinum seinastu 14 árini.
- Í ár hava vit tikið ta avgerð, at halda okkum uttanfyri tiltakið, ljóðar tað frá Dmitrij Peskov, sum er talsmaður fyri russiska forsetakontóri.
- Tað skyldast, at felagsskapurin er vorðin ein fremmandur njósnari, útgreinar hann.
Altjóða veðurlagsfelagsskapurin WWF, hevur arbeitt í Russlandi síðan 1994. Heftimerkið “fremmandur njósnari” minnir um líknandi tiltøk frá tíðini við Sovjett og er mangan brúkt í móti kritikkarum av stýrinum í Kreml.