Russland hevur biðið um hernaðarliga hjálp og aðra hjálp, skrivar Financial Times, sum hevur tíðindini frá amerikonskum embætismonnum. Tey Hvítu húsini og kinverska sendistovan í Washington hava ikki viðmerkt hetta uppáhaldið.
Revsitiltøkini mótvegis Russlandi hevur eisini havt stóra ávirkan á russiska samfelagið, tí sambært New York Times, so hevur stjórnin í Moskva eisini biðið Kina um fíggjarliga hjálp.
Keldurnar hjá stóru miðlunum báðum koma ikki inn á, hvat fyri hernaðarliga hjálp Russland hevur biðið um, og heldur einki verður sagt um, hvussu Kina hevur reagerað upp á ynskini úr Russlandi.
Ovasti trygdarráðgevin í Hvítu húsinum, Jake Sullivan, hitti í dag embætisfólk hjá kinversku stjórnini í Rom, men ikki er greitt, hvat tann fundurin snúði seg um – fyriuttan viðgerðina av stríðnum í Ukraina.
Jake Sullivan hevur tó áður ávarað Kina um ikki at veita Russlandi hjálp, tí hendir tað, so kann Kina vænta sær, at revsitiltøk eisini verða sett í verk móti landinum.