Tað gerst alsamt verri at lesa tíðindi í Russlandi, ið ikki eru framleidd aðrastaðni enn í Russlandi. Seinasta á miðlaøkinum er, at Russland nú hevur bannað tíðindatænastuna hjá Google, Google News.
Hetta ger Russland, tí Google News kemur við “ósannum” tíðindum um kríggið í Ukraina. Tað heldur russiska samskiftiseftirlitið, Roskomnadzov, ið hevur tikið málið upp, eftir at russiski ákærumyndugleikin kom við eini áheitan at steðga Google News.
Reuters slítur samstarvið við TASS
Eftir at Reuters hevur fingið nógvar ákoyringar fyri, at tíðindastovan enn hevur eitt samstarv við russisku tíðindastovuna, TASS, so hevur Reuters nú valt at siga samstarvið upp.
Tað skrivar Reuters-tíðindastovan sjálv í einum skrivi.
Ákoyringarnar móti Reuters hava eisini verið innanhýsis í tíðindastovuni, har spurnartekn er sett við ivasama tíðindaflutningin frá TASS, ið er merktur av villleiðandi upplýsingum, sum eru bygd á, hvussu russiski staturin fatar innrásina í Ukraina.