Russland lopið á og hertikið kjarnorkuverk

Russland verður ákært fyri kjarnorkuyvirgang, eftir at russiskar deildir í nátt framdu artillaríálop á ukrainskt kjarnorkuverk. Russiskar deildir hava nú ræði á kjarnorkuverkinum

Steinar Patursson
4. mars 2022 kl. 11:14

Volodymyr Zelensky, forsetin í Ukraine, ákærir nú Russland fyri at fremja ”kjarnorkuyvirgang”, eftir russiskar artillarígranatir í nátt raktu kjarnorkuverkið Zaporizhzhia har suðuri í landinum.

Russiskar herdeildir hava tikið ræðið á kjarnorkuverkinum, sigur BBC.

Zelensky leggur aftrat, at ætlanin hjá Russlandi er at fáa eina endurtøku av sorgarleikinum í Chernobyl í 1886, tá ein kjarnorkuspreinging á verkinum har avtoftaði alt økið kring Chernobyl.

- Kemur ein spreinging, er tað endin av øllum. Endin av Evropa, sigur Zelensky.

Volodymyr Zelensky er ikki einsamallur um at finnast at russisku framferðini, og Boris Johnson, forsætisráðharri í Stórabretlandi, sigur, at álopið á Zaporizhzhia hóttir trygdina hjá øllum Evropa.

Joe Biden, forseti í USA, hevur heitt á Russland um at gevast við øllum hernaðarligum virksemi við kjarnorkuverkið, og Justin Trudeau, forsætisráðharri í Kanada, sigur, at álopini mugu halda uppat umgangandi.

Russiska verjumálaráðið sigur hinvegin, at talan er um sabotørvirksemi frá ukrainum, og at talan er um eina provokatión.

Videoupptøkur frá kjarnorkuverkinum vísa, at at tað brestir á kjarnorkuverkinum. Arbeiðarar á kjarnorkuverkinum siga sambært BBC, at eldur kom í ein venjingarbygning uttan fyri girðingina til kjarnorkuverkið, men at eldurin er sløktur.

BBC sigur, at fleiri bygningar kring orkuverkið hava fingið skaða, men at reaktorarnir er utryggir.

Kjarnorkustovnurin hjá ST, International Atomic Energy Agency, sigur, at kjarnorkuútbúnaðurin á verkinum hevur ikki tikið skaða, og at eingin øking í stráling er staðfest.