Russjibanin í Tivoli Friheden, sum var atvoldin til, at ein 14 ára gomul genta úr Keypmannahavn í gjár lat lív, letur ikki upp aftur. Hesum boðaði Tivoli Friheden frá í dag.
- Tað er ongin ivi um, at hesin russjibanin verður latin aftur og tikin niður. Vit skrotta Cobra’ina, sigur Hans N. Hansen, ið situr í nevndini hjá Tivoli Friheden og er partur av eigarabólkinum handan Tivoli Friheden, sambært Aarhus Stiftstidende.
Russjibanin, sum talan er um, verður nevndur Cobra-russjibanin. Hann er 25 metrar í hædd og kann ferðast upp til 70 kilometrar um tíman.
- Eg havi als ikki sovið í nátt. Tað var ein stórur hvøkkur og ræðuligt fyri ta neyðars, neyðars familjuna, ið hevur mist eina dóttir, sigur Karin Salling, ið eisini er parteigari av Tivoli Friheden.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein slík hending er hend í júst hesum russjibananum. Í 2008 datt ein vognur av Cobra-russjibananum. Hóast ongin doyði tá, so vóru fýra persónar skaddir.
Tað er enn óvist, hvat hendi og hvør atvoldin til vanlukkuna var. Hetta verður í løtuni kannað av løgregluni.