Russiskur Putin atfinnari í vanda fyri at fáa 25 ára fongsulsrevsing
Russiskir ákærar krevja 25 ára fongsulsrevsing til andstøðupolitikkaran Vladimir Kara-Murza, ið er ein av mest kendu atfinnarum av Vladimir Putin, forseta
Ragnar Sjúrðarson
6. apríl 2023 kl. 18:57
Tað upplýsir advokatur hansara, Maria Eismont, sambært Reuters.
Kara-Murza bleiv fongslaður síðst í apríl fyri at fordøma russisku innrásini av Ukraina, og hann er ákærdur fyri landasvik.
Undir eini vitjan í USA tíðiliga í 2022 segði Kara-Murza millum annað, at Putin bumbar ukrainsk heim, skúlar og sjúkrahús, skrivar Ritzau.
Europaráðið gav í oktober í fjør Vaclav Havel virðislønina til Kara-Murza. Hann fekk virðislønina fyri sítt stríð fyri fólkaræðið.