Ein dómstólur í russiska býnum Penza hevur givið einum ensktlærara, ið fanst at russisku innrásini í Ukraina fyri sínum skúlaflokki, ein treytaðan dóm upp á fimm ár fyri at breiða út “falskar upplýsingar”.
Lærarinnan varð meldað til løgregluna av hennara egnu næmingum, sum sambært miðlinum Mediazona, tóku upp við snildtelefon, meðan hon kom við sínari útsøgnum.
Rætturin dømdi lærarinnuna, Irina Genova, seka í at breiða út falskar upplýsingar um russisku innrásina í Ukraina.
Umframt ein treytaðan dóm, so hevur lærarinnan eisini fingið eitt trý ára forboð at undirvísa.
Sakførarin hjá lærarinnuni, Alexander Fedulov, greiðir fyri Mediazona, at hansara klientur viðgekk seg seka, tí hon óttaðist fyri einum treytaðum dómi. Hon ynskti heldur ikki at kæra dómin.