Ein russiskur hermaður er í dag funnin sekur í at drepa ein 62 ára gamlan óvápnaðan ukrainskan mann. Tað hevur ein dómstólur í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, avgjørt í dag, soleiðis skrivar Reuters.
Tað eru 11 vikur síðani, at ein bólkur av russiskum hermonnum fór ígjøgnum tann ukrainska býin Chupakhivka í Ukraina. Tað var í hesum býnum, at tann 21 ára gamli russiski hermaðurin, Vadim Sjisjimarin, drap tann 62 ára gamla ukrainan, Alexander Shelipov.
Í rættarsalinum bað ungi russin um fyrigeving. Sambært Vadim Sjisjimarin kendi hann seg noyddan at skjóta ukrainan. Í fylgi russiska hermanninum fekk hann boð um at skjóta mannin av sínum leiðarum. Russarnir kendu seg noyddan at skjóta mannin, av tí at tann ukrainski maðurin samskifti á telefon, sostatt kundi hann geva ukrainskum hermonnum boð um, hvar russisku hermenninir vóru.
Hetta er tað fyrsta málið um krígsbrotsverk, sum er farið fram síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina tann 24. februar. Hermaðurin játtaði seg sekan í øllum ákærum. Sambært ukrainskum myndugleikum, eru 10.000 líknandi mál, um møgulig krígsbrotsverk á veg.