Russiskt filmslið filmar spælifilm á altjóða rúmdarstøðini

Russar hava enn einaferð vunnið amerikanum neisir í kapprenningini um rúmdina. Hesaferð vóru russar fyrsti at gera upptøkur til spælifilm á altjóða rúmdarstøðini, ISS.

Steinar Patursson
6. oktober 2021 kl. 15:15

Russland hevur sent eitt filmslið til altjóða rúmdarstøðina, har ætlanin er at gera upptøkur til ein spælifilm.

Millum tey ferðandi á Soyuz MS-19 rúmdarfarinum til rúmdarstøðina vóru sjónleikarindan Yulia Peresild og leikstjórin Klim Shipenko.

Við komandi upptøkunum megnar russiska filmsliðið at vera áðrenn amerikanarar at filma á rúmdarstøðini, tí Tom Cruise er sambært filmdatabasanum IMDb í samráð við amerikanska rúmdarfelagið Space X um at gera upptøkur á altjóða rúmdarstøðini.

Rúmdarfarið hjá russiska filmsliðnum fór upp í loft frá Baikonur í Kasakstan, og tríggjar tímar seinni legði tað at altjóða rúmdarstøðini, sigur BBC.

Tað er ikki bara sum at siga tað, at gerast rúmdarfari, tí sambært BBC vil kona Shipenko vera við, at tað var neyðugt hjá leikstjóranum at tapa seg 15 kilo, áðrenn hann kundi gerast partur av kosmonautliðnum, ið fór til rúmdarstøðina.

Tað er eisini neyðugt at gera skjótt av at fáa upptøkurnar avgreiddar, tí Peresild og Shipenko hava bert 12 dagar at filma í.

Sambært IMDb eitur filmurin The Challenge (Avbjóðingin á føroyskum), og er um ein skurðlækna, ið má fremja skurðviðgerð á ein kosmonaut, ið er ov sjúkur til at ferðast aftur til jørðina.

Umframt Peresild skulu eisini tveir av russisku kosmonautunum umborð vera partur av upptøkunum.

Kosmonautur er russiska heitið fyri tað, ið verður kallað astronautur vestanfyri.

Tað er ikki øll, ið eru eins fegin um verkætlanina at nýta altjóða rúmdarstøðina sum kulissu. Tað er stjórin fyri russiska rúmdarstovnin, Roscosmos, ið er upprunin til filmin, og sambært BBC gjørdist hann so óður, at hann koyrdi ovastan fyri mannaðar rúmdarferðir, Sergei Krikalev, tí hesin sami Krikalev mutaði ímóti ætlanunum at nýta støðina til filmsverkætlanina.

Mikhail Kornienko, sum eisini er kosmonautur hjá Roscosmos, hevur greitt russisku deildini hjá BBC frá, at hann taldist eisini millum teirra, ið hildu lítið um ætlanirnar.

- ISS [altjóða rúmdarstøðin, red.] er ikki at stað fyri leikarar, ymisk sløg av klovnum ella ferðafólki. Tað er eitt ovurstórt rúmdarlaboratium, og tú skalt ikki standa fyri professionella arbeiðinum har, sigur Kornienko.

Tað er russiska Channel One TV, ið fíggjar filmin.

Sí myndir frá fráferðini og frá rúmdarstøðini niðanfyri.