Russiskir hermenn, ið hava fingið boð um at stríðast í Ukraina, skulu nú fáa møguleikan at frysta sáð ókeypis.
Tað sigur formaðurin fyri russiska fakfelagnum fyri løgfrøðingar, Igor Trunov, sambært BBC við Tass.
Fleiri enn 300.000 russiskir reservistar eru innkallaðir til hertænastu, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina, og sambært frágreiðingum í Russlandi eru nógvir teirra, ið verið á klinikk fyri at frysta sáð.
Igor Trunov vil vera við, at fakfelag hansara hevur biðið russiska heilsumálaráðið um broytingarnar fyri fleiri pør, har maðurin er kallaður inn til hertænastu, og sambært Trunov hevur heilsumálaráðið gingið ynskinum á møti.
Russiska heilsumálaráðið hevur kortini ikki váttað tíðindini enn.