Russiski sendiharrin innkallaður til fundar í danska uttanríkisráðnum

Russiski sendiharrin skal í dag standa skúlarætt í danska uttanríkisráðnum, eftir at russisk hernaðarflogfør hava verið í donskum loftøki

Sigurjón Einarsson
14. juni 2021 kl. 15:00

Innkallingin kemur í kjalarvørrinum av hendingini tann 11. juni, tá russisk hernaðarflogfør flugu inn í danska loftøkið nærhendis Bornholm.

– At russisk hernaðarflogfør tvær ferðir flúgva inn í danska loftøkið er eitt álvarsligt brot á allar altjóða normar og reglur fyri hernaðarligari flúgving og kann ikki góðtakast. Tað kann ikki tulkast sum annað enn eina tilvitandi og ágangandi handling frá russiskari síðu. Hetta verður sjálvandi eisini nakað, vit fara at røða víðari um við okkara sameindu, sigur danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod í einum tíðindaskrivi.

Danski uttanríkisráðharrin er við forsætisráðharranum á toppfundi í Nato í dag. Undir fundinum fer uttanríkisráðharrin millum annað at umrøða støðuna við sínar starvsbrøður.

– Tað hendir ikki ofta, at eg kenni meg noyddan til kalla ein sendiharra inn til fundar, men hetta er eitt álvarsamt og ótvískiljandi diplomatiskt stig. Og tað havi eg gjørt greitt fyri russiska sendiharran, at tílík ágangandi framferð má halda uppat í stundini, og at altjóða lógir og reglar eru galdandi fyri Russlandi eins og fyri øll onnur, sigur danski uttanríkisráðharrin.