Russiski sendiharrin í Danmark hóttir við at strika fiskiveiðuavtalu

- Frá russiskari síðu fara vit ikki einliga at lata frá okkum rættindi ella at offra áhugamálini hjá okkara fiskimonnum

Jonhard Hammer
20. januar 2024 kl. 15:32

Russland fer ikki at offra áhugamálini hjá sínum fiskimonnum fyri at varðveita fiskiveiðuavtaluna við Føroyar. Soleiðis ljóðar tað frá russiska sendiharranum í Danmark, Vladimir Barbin, í eini samrøðu við ríkisáttu tíðindastovuna RIA Novosti, sambært danska Tv2.

Sambært sendiharranum eru Føroyar, sum ein partur av danska ríkisfelagskapinum, fyri stuttum farnar at fremja avmarkingar fyri møguleikanum hjá russiskum fiskiskipum, at leggja at í føroyskum havnum. Sum eitt aftursvar til hetta hevur russiski fiskivinnumyndugleikin, Rosrybolovstvo, lagt eitt uppskot fram um at forbjóða innflyting av fiski og skeljadýrum úr Føroyum.

-    Samstarvið við Føroyar á fiskivinnuøkinum kann bert fremjast, um tað er til fyrimunar fyri bæði londini. Framtíðar lagnan hjá avtaluni er treytað av hesum. Frá russiskari síðu fara vit ikki einliga at lata frá okkum rættindi ella at offra áhugamálini hjá okkara fiskimonnum, sigur Vladimir Barbin.

Í kjalavørrinum av russisku inrásini í Ukraina hevur fiskiveiðuavtalan millum Føroyar og Russland verið nógv kjakast um. Fiskiveiðuavtalan millum Føroyar og Russland var fyri fyrstu ferð undirskrivað í 1977. Hon gevur føroyskum reiðaríum atgongd til tosk í Barentshavinum, meðan russar afturfyri fáa svartkjaft í føroyskum sjógvi.