Russiski herurin skeyt tvær dronur niður nærhendis Moskva
Russiska verjumálaráðið sigur at Ukraina er handan dronuálopið
Ragnar Sjúrðarson
9. august 2023 kl. 13:54
Russiski herurin hevur í nátt skotið tvær dronur niður, ið høvdu kós móti landsins høvuðsstaði, Moskva.
Tað sigur borgarstjórin í Moskva, Sergej Sobjanin, á Telegram skrivar russiska tíðindastovan Tass.
Dronurnar vórðu skotnar niður í umráðnum Domodedovo og tætt við Minskoje motorvegin. Ongin varð særdur av dronuálopinum, sigur borgarstjórin.
Sambært russiska verjumálaráðnum er tað Ukraina, ið er handan dronuálopið.
Seinastu tíðina hava tað verið fleiri fráboðanir um dronur yvir ella nærhendis Moskva.