Sameindu Tjóðir, USA, Stórabretland og onnur hava útihýst fleiri russiskum bankum frá Swift-skipanini, sum gevur møguleika at flyta pengingaupphæddir skjótt og lættliga. Swift stendur fyri Society for Worldwide Interbank Financial Telecomunnication og virkar sum pulsæðrin, sum heldur búskaparheiminum koyrandi. Skipanin varð stovnað í 1973 og bindur saman 11.000 bankar í meira enn 200 londum, men nú sleppa russarar ikki longur upp í part.
Í Moskva eru fólk á gøtuni bangin og misnøgd um støðuna, og í Russlandi sum heild valdar ruðuleiki í bankum og við sjálvtøkumaskinum, har fólkið streymar til fyri at taka pengarnar hjá sær út, tí tey óttast, at stovnarnir gerast ikki bótaførir. Sí video av rokanum her.
Alt hetta hendir samstundis sum, at Sveis á fyrsta sinni hóttir við at seta revsitiltøk í verk og harvið avtaka sína støðu sum uttanveltað tjóð. Sveis er uttan samanbering stórsta friðskjólið hjá ríkum russarum at handfara pengarnar hjá sær. Russiskir skattgjaldarar rindaðu tilsamans 2,5 milliardir dollarar í Sveis í fíggjarárinum 2020.
Keldur:
https://www.bbc.com/news/business-60521822
https://apnews.com/article/russia-ukraine-business-executive-branch-europe-moscow-9a74b41f135b7dd8b4ae0c5dad2396bb