Russiskur andstøðupolitikkari fær níggju ár afturat

Aleksej Navalnyj skal sita níggju ár afturat í fongsli. Tað hevur ein russiskur dómstólur júst avgjørt

(Mynd: EPA-EFE)
Sigurjón Einarsson
22. mars 2022 kl. 13:29

Tann russiski andstøðupolitikkarin Aleksej Navalnyj hevur fingið longt sína fongsulsrevsing við níggju árum.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Navalnyj er dømdur sekur í svikagerðum og fyri at vanvirða rættin.

45 ára gamli andstøðuleiðarin situr longu nú ein dóm upp á tvey og eitt hálvt ár í fangalegu eystanfyri Moskva og skuldi annars latast leysur umleið til september komandi ár.

Navalnyj heldur sjálvur, at ákærurnar móti honum eru uppspunnar, men eisini ein roynd at fáa hann at tiga. Eisini tær nýggju ákærurnar móti honum eru politiskt begrundaðar, heldur hann.

Hóast longdu fongsulsrevsing, so fær hetta hann ikki at steðga við at finnast at forsetanum í Russlandi, Vladimir Putin.

– Um tíð í einum fongsli er prísurin fyri mín mannarætt til at siga, hvat er neyðugt at siga, so kunnu tey fara eftir 113 ára fongsul. Eg taki ikki míni orð ella gerðir aftur, skrivaði Navalnyj á Twitter 15. mars.

Twitter siterar eisini Navalnyj eftir dómin við einum sitatið frá amerikonsku sjónvarpsrøðini “The Wire” og skrivar:

“Tú situr bert inni í tveir dagar. Dagin, har tú fert inn og dagin, har tú fert út”. Eg hevði enntá eina t-troyggju við hesum slagorðinum, men fangavørðarnir løgdu hald á hana, tí teir hildu, at áskriftin var ov víðgongt.

Aleksej Navalnyj lurtar eftir, meðan dómur verður sagdur í málinum, har hann er ákærdur fyri svikagerðir og at vanvirða rættin. (Mynd: EPA-EFE)