Russiska valið: Sameint Russland fær væntandi meira enn 45 prosent av atkvøðunum

Stjórnarflokkurin í Russlandi, Sameint Russland, verður ikki óvæntað stóri vinnarin á russiska tjóðartingsvalinum

Sigurjón Einarsson
20. september 2021 kl. 12:27

Stjórnarflokkurin í Russlandi, Sameint Russland, vinnur eftir øllum at døma tjóðartingsvalið í landinum við 45,2 prosentum av atkvøðunum. Tað vístu tær fyrstu forsagnirnar stutt eftir, at tey seinastu valstøðini lótu aftur.

Væntandi koma fimm flokkar í tjóðartingið í Russlandi, Dumuna, sambært russiskum miðlum. Forsagnirnar byggja á úrslitið av eini kanning á valstøðunum, ið Insomar hevur gjørt.

Sambært tíðindastovuni TASS, eru fimm flokkar klára upp um sperrumarkið.

450 umboð eru í russiska tjóðartinginum, Dumuni.