Russiska koppsetingin kemur kanska til Føroya

ES skal nú taka støðu til, um russiska Sputnik 5 koppsetingin er góð nokk. Verður hon góðkend og kemur til Danmarkar, kemur hon uttan iva eisini til Føroya

Steinar Patursson
4. mars 2021 kl. 11:25

Verður russiska Sputnink 5 koppsetingin góðkend í ES, verður hon utan iva tikin í nýtslu í Føroyum eisini.

Tað váttar Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Evropeiski heilivágsstovnurin, EMA, boðaði í dag frá, at farið verður nú undir at kanna, um russiska Sputnik 5 koppsetingin skal góðkennast í Evropa.

EMA sigur, at viðgerðin av russisku koppsetingini byggir á laboratoriikanningar og kliniskar kanningar við vaksnum fólkum, ið geva eina ábending um, at Sputnik 5 koppsetingin skumpar undir framleiðsluna av andevni og kyknum, ið leggjast eftir SARS-C0V-2 virusinum, og sum tí møguliga hjálpir móti Covid-19.

- Verður koppsetingin góðkend og innflutt til ES og Danmarkar, so fáa vit hana eisini bjóðaða her uppi. Tað er ætlanin, at vit fáa bjóðað allar tær koppsetingarnar, ið eru til taks, sigur Lars Fodgaard Møller.

- Tað, sum vit gera í koppsetingarbólkinum, er at taka ímóti øllum tí heilivági, sum vit fáa bjóðað.

Gravgangur hevur verið eftir koppingarevnum í ES, og veitararnir hava higartil havt ilt við at fylgja við. Tí er neyðugt at fara aðrar leiðir eftir koppseting.

Fleiri lond fingu Sputnik 5 koppsetingina longu í desember í fjør, og í Russlandi fóru tey undir at brúka koppsetingina umgangandi. Upprunaliga var russiski koppsetingarleisturin fyri nógvum atfinningum, tí mett varð, at koppsetingin varð ikki kannað nóg væl.

Ein kanning frá fyrst í februar í ár í bretska læknaritinum, Lancet, vísir kortini, at koppsetingin er 91,6 prosent virkin móti Covid-19 smittuni og hevði ikki nevnisverd hjáárin.