Russisk stríðsflogfør í svenskum loftrúmi

Í gjár vóru fýra russisk stríðsflogfør inni í svenskum loftrúmi

Eitt Sukhoi SU 27-stríðsflogfar. (Mynd: Wikipedia Commons)
Sigurjón Einarsson
3. mars 2022 kl. 08:06

Í gjár, mikudagin 2. mars, flugu fýra russisk stríðsflogfør í svenskum loftrúmi. Svenska flogvápnið setti hermálslig tiltøk í verk við JAS 39 Gripen stríðsflogførum (svenskt stríðsflogfar frá SAAB, red.), ið fylgdu russisku flogførini úr svenska loftrúminum og dokumenteraðu hendingina við myndum.

– Okkara tilbúgving er góð. Vit vóru skjót á staðnum fyri at tryggja okkara sjálvræðisrætt og svenska markið. Vit høvdu fult tamarhald á støðuni, sigur flogvápnarstjórin í Svøríki, Carl-Johan Edström, í einum tíðindaskrivi, sambært AFP.

– Talan var um tvey russisk SU 27 og SU 24 stríðsflogfør, ið brutu seg inn í svenskt loftrúm. Hendingin vardi ikki leingi og tað var eystanfyri Gotlandi. Í ljósinum av aktuellu støðuni, so er hetta ein álvarsom hending. Hetta er ein ábyrgdarleys handling frá russiskari síðu, upplýsir flogvápnarstjórin í tíðindaskrivinum.

Svøríki er ikki limur í Nato, men hevur tætt samstarv við verjusamgonguna.

Men eins og í Finnlandi, so hevur kjakið um Nato-limaskap blussað upp seinastu vikurnar, eftir at Russland hevur gjørt innrás í Ukraina.

Sambært seinastu meiningarkanningini – hja svenska kringvarpinum, SVT – so eru 41 prosent av fólkinum í Svøríki fyri einum Nato-limaskapi. Í Finnlandi er 53 prosent av fólkunum fyri einum limaskapi, og tað er søguliga høgt fyri bæði londini.