Í farnu viku boðaði Russlandi frá, at landið fór at avmarka hermegina nærindis høvuðsstaðnum og í Tjernihiv-landspartinum. Síðan tá hevur Ukraina vunnið fleiri bygdir og býir aftur, sum Russland hevði lagt undir seg. Aftrat hesum hevur Ukraina aftur fult tamarhald á høvuðsstaðnum, Kyiv. Tað upplýsti upplýsti varaverjumálaráðharrin í Ukraina, Hanna Malyar, á Facebook. Hóast russar hava avmarka hermegina nærindis Kyiv og í Tjernihiv-landspartinum, so føra teir enn kríggj á sama hátt aðrastaðni í Ukraina. Eitt nú hava fleiri ógvusligar spreingingar verið í havnarbýnum Odessa í nátt.
Sambært mannarættindafelagsskapurin HRW (Human Rights Watch), so eru nýggj russisk krígsbrot komin undan kav, nú Ukraina hevur vunnið fleiri økir aftur frá russum. Her er talan um krígsbrotsverk, ið russiskir hermenn hava framt mótvegis sivilfólki í fleiri av økjunum, sum Ukraina nú hevur vunnið aftur frá russum. Sambært HRW, so eru prógv fyri neyðtøku, avrætting og hóttanum mótvegis sivilum í Tjernihiv, Kharkiv og Kyiv. Hesum hevur HRW upplýst í tíðindaskrivið fyrr í dag.
Ákærurnar hjá HRW byggja millum annað á samrøður við bæði offur, vitni og íbúgvar í økjunum, sum russar høvdu hersett. Samrøðurnar vóru gjørdar í tíðarskeiðnum frá 27. februar fram til 14. mars í ár. Krígsbrotsverkini, sum russar vera ákærdir fyri eru ikki óvanlig í krígshøpi. Eisini tann reyði herurin hjá Sovjetsamveldinum var ákærdur fyri at fremja tílík krígsbrotsverk undir seinna veraldarbardaga. Hóast krígsbrotsverk av hesum slag ikki eru óvanlig í krígshøpi, so rættvísgerðir hetta uppá ongar mátar brotsverk av tílíkum slag.
Talsmaðurin fyri Kremlin, Dmitry Peskov, var spurdur um russisk krígsbrotsverk fyri nøkrum vikum síðan, tá vísti hann teimum øllum aftur. Hinvegin segði deildarleiðarin hjá HRW í Evropa og Miðasia, Hugh Williamson, at neyðtøka, morð og onnur sløg av harðskapi mótvegis sivilum ukrainum, skulu kannast sum krígsbrotsverk.
Ímeðan kríggið leikar á, so samráðast Russland og Ukraina enn um eina møguliga loysn. Í gjárkvøldið segði semingsmaðurin hjá Ukraina, David Ararkhamia, at samráðingarnar nú vóru komnar so mikið langt, at ein fundur millum forsetarnar er í eygsjón. Viðmerkingin skal tó takast við fyrivarni, tí Russland hevur ikki váttað hetta enn.