Fyri næstan tveimum árum síðani, í septembur í 2022, vakti tað stóran ans um allan heim, tá ið í Nord Stream gassleiðingin í Eystursjónum, var saboterað og nógv gass floymdi úr honum.
Tað var heilt skjótt at Putin fekk skylduna, men nú hevur málið tikið eina aðra vend.
Støðan er nevniliga tann, at løgreglan í Týsklandi hevur nú kunngjørt eina altjóða eftirlýsing eftir einum kavara úr Ukraina fyri at hava saboterað gassleiðingina.
Hetta er ein gassleiðing, sum leiðir gass úr Russlandi til Týskland, og síðani longur út í Evropa. Tað skriva siga týskir, svenskir og danskir fjølmiðlar, í dag.
Tað er eisini greitt, at hann fór um markið til Póland í síðsta mánað, men tá varð hann ikki handtikin, tí tá var hann ikki eftirlýstur. Síðani er hann farin aftur og keldur vilja vera við, at hann er aftur í Ukraina.
Annars siga fjølmiðlar frá týsku løgregluni, at trý fólk, sum hava eitt kavaravirki í Ukraina, eru undir illgruna fyri sabotasjuna, tveir menn og ein kvinna. Og nú er annar maðurin so eftirlýstur.
Løgreglan í bæði Týsklandi, Danmark og Svøríki, kannaðu annars málið, men løgreglan í Danmark og í Svøríki, sleptu málinum.
Løgreglan í Týsklandi helt tó á, og nú er ein maður úr Ukraina so eftirlýstur.