Russland hevur, eftir øllum at døma, tikið sínar stríðsvognar aftur frá ukrainska markinum. Hetta uppáhaldið er grundað á eitt videobrot, sum russiska verjumálaráðið hevur almannakunngjørt.
Útlendskir miðlar skriva, at sambært einum talsfólki fyri russiska uttanríkismálaráðið, er tann “vesturlendska propagandaðin” hervið gjørd til skammar.
Russiskir hermenn hava havt hernaðarvenjingar við markið til Ukraina, men sambært Reuters er tað bert tann parturin av hermonnum, sum júst eru lidnir við sína hernaðarvenjing, sum nú venda aftur til sínar herstøðir í Russlandi.
Men so er spurningurin, um stríðsvognarnir eru á veg frá markinum ella eru á veg nærri markinum. Tí sambært amerikanska CBS TV, so nærkast stríðsvognarnir markinum til Ukraina, har teir eru farnir í álopsstøðu.
16. februar verður av mongum nevndur sum dagurin, har russar fara at gera innrás í Ukraina. Í hesum sambandi hevur forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskij, útnevnd dagin til at verða dagurin fyri samlyndi. Tí verða fløgg vundin á stong á bygningum kring alt Ukraina.