Volodymyr Zelensky, forseti í Ukraina, hevur boðað Russlandi og Vladimir Putin frá, at Ukraina fer ikki at halda vápnahvíld, eins og Putin ynskir.
Putin hevur boðað sínum verjumálaráðharra frá, at russisku deildirnar á frontinum skulu halda 36-tíma vápnahvíld, nú russar hátíðarhalda ortodoks jól. Putin hevur somuleiðis biðið Zelensky um at virða vápnahvíldina, men hendan umbønin varð skjótt noktað.
Zelensky vil vera við, at russar einans vilja brúka vápnahvíldina til at steðga ukrainsku framferðini har eysturi í landinum, og fyri at styrkja russisku støðuna í umstríddu økjunum.
Samstundis hevur ukrainski uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba, víst á, at russar framdu granatálop á ukrainska býin Kherson jólaaftan 24. Desember og á nýggjárinum, og at russar eru tí sjálvir ikki sinnaðir at halda vápnahvíld á heilidøgum.