Rúsan skal hava nýggjan stjóra

Stjórin hesi seinastu 13 árini vil royna nýggjar leiðir

Áki Bertholdsen
31. mai 2024 kl. 13:04

Rúsdrekkasøla Landsins skal nú hava nýggjan stjóra. Løgmálaráðið boðar frá beint nú, at Eftir 13 ár sum stjóri í Rúsdrekkasølu Landsins, fer Rógvi Andrias Fossádal nú at royna aðrar leiðir.

Jan Arabo, fíggjar- og fyrisitingarleiðari, tekur við sum fyribils stjóri, men starvið sum stjóri í Rúsuni fer at verða lýst leyst í næstum.