Trúboðin skrivar soleiðis:
11. desembur fær føroyska sjómansheimið, Hotel Ørkin, í Reykjavík nýggjan leiðara.
Tá tekur 49 ára gamli gøtumaðurin Rúni Klein Joensen, við leiðsluni.
Rúni hevur handilsskúla og hevur lisið Handilsøkonumi við sergrein innan samskiftið, sølu og leiðslu. Hann hevur millum annað, starvast sum sølumaður og leiðari. Síðstu 12 árini hevur Rúni verið ognarseljari. Hann er familjumaður, og í frítíðini fyllir ítrótturin nógv.
-Hví valgdi tú at søkja starvið?
-Um tað tíðina vit sum familja fluttu heim úr Danmark eftir hægri lestur fyri longu nógvum árum síðani, var ein lýsing í bløðunum, eftir júst hesum starviđ. Men við smáum børnum mettu vit sum familja at tíðin var ikki búgvin tá.
Tá nú aftur var lýst í 2023, føla vit at tíðin er búgvin við vaksnum børnum, at eg taki við hesum sera spennandi og fjølbroytta starvinum. Starvið er viðkomandi við mínum royndum og fakligu førleikum, og so er gott ferðasambandinum ímillum Ísland og Føroyar, sigur Rúni.
-Hvørjr visjón hevur tú fyri Hotel Örkina.
-Hon er framhaldandi at menna Hotel Örkina sum hotel og annars arbeiða fyri at fáa Føroyingar, sum eru í Íslandi, sum t.d. lesandi, arbeiða, ítróttarfólk, tónleikarir og onnur at føla seg vælkomnar á Örkina. Har vilja vit framhaldandi koma at hava møtir og skipa fyri ymiskum føroyskum tiltøkum. Eisini hugsi eg at arbeiða fram ímóti at vit kunnu bjóða pakkaferiur til Íslands, sum t.d ungdóms-, hjúnabands-, senior-, pensionista- og ítróttarlegur v.m. sigur Rúni Klein Joensen.
Eitt av hansara arbeiðum fyrst í komandi árið, verður at samskipað sjálvbodna arbeiðið, sum skal gerast í apríl. Tá fara fleiri fólk yvir á Ørkina at skifta restina av vindeygunum, mála, og gera annað viðlíkahaldsarbeiði, sum er framhald av tí arbeiði sum byrjaði í apríl í ár.
Barbara H. Jensen, sum hevur verið leiðari á Ørkini síðani august 2020, gavst 31. oktobur. Inntil Rúni tekur við 11. desembur er Rúni Hentze, leiðari, skrivar Trúboðin.fo.