Rundkoyringarnar eru ein farsa

Nýggja rundkoyringin á Hvítanesi er púra burturvið, siga flutningsfeløgini, tí langir viðfestivognar fáa ikki snara oman ímóti Eysturoyartunlinum, tá teir koma úr Havn. Eisini eru inn- og útkoyringarnar alt ov smalar við hvøssum kantum og forðingum, sum oyðileggja dekkini

Sveinur Tróndarson
16. oktober 2020 kl. 19:45

Myndirnar á heimasíðuni estunlar.fo vísa, at tað skuldi vera líka langt millum allar atkomuvegirnar til rundkoyringina, men nú rundkoyringin á Hvítanesi er við at vera liðug, vísir myndir nakað heilt annað.

Og tað gevur teimum stóru viðfestivognunum, sum skulu úr Havn inn í Eysturoynna eina serliga avbjóðing; teir mugu koyra einaferð runt í rundkoyringini fyri at sleppa inn á vegin, sum førir oman til undirsjóvartunnilin.

Dimmalætting hevur tosað við umboð fyri stóru flutningsfeløgini, Faroe Ship og IR Bilar, og tey siga sum við einum munni, at hetta uttan iva verður ein avbjóðing.

- Eg havi ongantíð fingið nakra frágreiðing um, hví man hevur gjørt av at gera inn- og frákoyringarvegirnar so smalar. Tað er helst fyri at minka um ferðina, men við at gera tað upp á handan mátan, so fært tú bara tann trupulleikan, at allir teir stóru bilarnir skulu út yvir hasar kantsteinarnar. Tað fer rættiliga illa við dekkunum og sjálvandi eisini kantunum. Tað er serliga flutningurin av 45 fót bingjunum, sum er trupulleikin, og alsamt meira farmur verður fluttur í hesum stóru bingjunum, sigur Fróði Løkságarð, rakstrarleiðari hjá Faroe Ship.

Og Rasmus Rasmussen, stjóri í IR Bilum, sigur soleiðis:

- Næstan alt skal um Tórshavnar Havn, og nú verður havnin eisini munandi útbygd. Tí undrar tað stórliga, at man so samstundis ger ein rimmar fløskuháls beint uttanfyri Havnina.

Lesið alla greinina í blaðnum, sum fæst til keyps í sølubúðunum, ella í haldarapartinum her á dimma.fo.

- Tað melur í klingur