Runavíkar havn fegnast um mongu vitjaninar av ferðamannskipum í ár, og roknað verður við, at hetta virksemi fer at vaksa næstu árini.
– Í gjár tók Runavíkar havn ímóti síðsta ferðamannaskipinum í ár. Hetta er fyrstu ferð, at Runavíkar havn hevur havt so nógvar vitjanir av cruiseskipum, og tað kann staðfestast, at allar móttøkurnar hava gingið væl, bæði í Kongshavn, Elduvík og Funningi. Arbeitt verður støðugt við at betra og skipa móttøkurnar, so tær gagna nærumhvørvinum á best møguligan hátt, skrivar Runavíkar Havn.
Vitjanir í smærru bygdunum í kommununi eru skipaðar eftir einum serstøkum leisti, har dentur verður lagdur á at tryggja sosiala burðardygd.
– Cruisetoymini í Elduvík og Funningi hava drúgvar royndir í at taka ímóti ferðafólki frá cruiseskipum. Øll arbeiða væl saman og hava eisini lætt við at umskipa og arbeiða smidligt. Hetta er sera umráðandi í hesu vinnu, har broytingar ofta koma fyri í seinastu løtu.
– Smáu bygdirnar, sum eru ferðamál hjá smærri ferðamannaskipum, eru nógv eftirspurdar av reiðaríunum. Tað, at vit bert taka ímóti trimum skipum í hvørjari bygd um árið, ger støðini enn meira áhugaverd, tí nógv ferðafólk ynskja at vitja friðarlig støð, møta lokalum fólki og njóta náttúru og mentan.
Elduvík og Funningur eru næstan fult bókaðar til og við 2027. Oyndarfjørður verður tikin við í 2026. Ætlanin er við tíðini at menna tríggjar bygdir afturat, í Runavíkar kommunu, sum móttøkubygdir hjá smærri ferðamannaskipum.
– Runavíkar havn hevur góðar vónir um ein støðugan vøkstur í talinum av ferðamannaskipum, og leggur stóran dent á at fara rætt fram, fyri at tingini skulu fylgjast at og eydnast so væl sum møguligt. Higartil hevur Runavíkar havn fingið 42 cruise-bíleggingar í 2025, 2026 og 2027.