Í fleiri kommunum er kommunustjóri. Soleiðis er tað ikki í triðstørstu kommununi, men nú søkir Runavíkar kommuna eftir kommunustjóra.
Í lýsingini eftir kommunustjóra verður sagt soleiðis:
Hervið verður eitt av landins mest spennandi størvum leyst at søkja.
Hevur tú framskygni, dirvi og hegni at stimbra og stýra einum brennidepli við 15 bygdum, stórum og smáum, eigur tú at lesa nærri um møguleikarnar.
Kommunustjórin megnar at finna javnvágina millum at vera holli ráðgevin hjá borgarstjóra og politikarum, og at leiða og skapa samfesti fyri leiðarar og starvsfólk í kommununi sum heild.
Arbeiðið í Runavíkar kommunu er væl skipað við væl skikkaðum starvsfólkum.
Uppgávurnar spenna frá ítøkiligum, kommunalum avbjóðingum til langskygdar ætlanir, ið røkka langt inn í framtíðina.
Fyri rætta umsøkjaran er talan um góðar møguleikar at geva íkast til menningina av grundtænastunum í Runavíkar kommunu.
Nærri lýsing av starvinum, førleikakrøvum, setanartilgongd o.a. síggjast í stjóraprofilinum.
LØN OG SETAN
Miðað verður eftir, at starvið kann verða sett frá 1. mai 2024, ella skjótast til ber eftir hetta. Starvið verður lønt í 37. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera eitt tænastumannastarv. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi. Stjórasáttmáli verður gjørdur.
UMSÓKN OG UPPLÝSINGAR
Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi
sunnudagin 25. februar 2024.
Søk starvið umvegis leinkið HER
Áhugaðir umsøkjarar, ið vilja hava fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Torbjørn Jacobsen, borgarstjóra á tlf. 237015.
Runavíkar kommuna fevnir um 15 bygdir, og samlaða fólkatalið var í desember 2023 4.360.
Býráðið í Runavíkar kommunu er mannað við 11 býráðslimum, og arbeiðið er skipað í sjey nevndum: fíggjarnevnd, byggi- og býarskipanarnevnd, vinnu- og havnarnevnd, ítróttarnevnd, tøkni- og umhvørvisnevnd, trivnaðarnevnd og mentanarnevnd.
Sambært runavik.fo eru tað stívliga 30 fólk í starvi í umsitingini hjá Runavíkar kommunu.