Runavík ætlar at gera íløgur fyri 52,4 mió

Barnafrádrátturin verður 10500 krónur, og Spjaldrið verður 3000 krónur í fíggjarætlan, har skattaprosentið verður tað sama, og har 20 mió av íløgunum fara í nýggju svimjihøllina

runavik.fo
1. november 2024 kl. 17:02

Barnafrádrátturin hækkar úr 9 túsund upp í 10.500 krónur. Spjaldrið hækkar úr 2.500 krónum upp í 3.000 krónur, fíggjarætlað er við einum avlopi á 10,1 mió. kr. og skattaprosentið í 2025 verður hitt sama sum í 2024.

Á fundi í gjárkvøldið (31.10.24), í býráðssalinum í gamla skúlanum á Glyvrum, samtykti býráðið - við fyrstu viðgerð - fíggjarætlanina fyri árið 2025, sum verður fyrsta fíggjarárið hjá býráðnum, ið verður kosið á kommunuvalinum hin 12. november.
 
Barnafrádrátturin hækkar við fimtan hundrað krónum, úr 9 upp í 10.500 krónur, sum í verandi løtu er hin hægsti í landinum. Runavíkar kommuna var hin fyrsta í landinm at seta í verk eitt frítíðarkort. Spjaldrið (frítíðarkortið) er galdandi fyri øll í aldrinum 0-18 ár, og upphæddin hækkar við 500 krónum  – úr 2.500 upp í 3.000 krónur. Normeringarnar á dagstovnaøkinum, sum hækkaðu í fjør, vera hildnar á sama støði. Einaferð vóru tær lækkaðar vegna neyðugar sparingar, í fjør vóru tær lyftar upp á sama støði aftur, og hildið verður fast við, at foreldur gjalda fult gjald fyri fyrsta barnið, hálvt gjald fyri annað barnið og onki fyri triðja barnið. Kommunala skattatrýstið í 2024 verður hitt sama sum í 2024 – 21½ %. 10 av 11 byráðslimum møttu til fíggjarætlanarfund á Fiskastykkinum úti á Gjógv í Sandavági hin 25. oktober, har ið politisk semja varð um, hvussu fíggjarligu lunnarnir skulu liggja, ella, hvussu kommunan skal húsast fíggjarliga, í 2025. Tá atkvøtt var við 1. viðgerð í gjárkvøldið atkvøddu 10 fyri og ein ímóti – annað av tveimum umboðum fyri Borgaralistan atkvøddi ímóti fíggjarætlanini 2025.
 
Fyri 9 árum síðan lá nettoskuldin hjá Runavíkar kommunu og riðaði báðumegin við lániloftið. Tað gjørdi hon eisini í 2009 og í 2013. Stórar útbyggingar - og ikki minst yvirtøkan av eldraøkinum - vóru høvuðsorsøkin til táverandi støður. Politiskt hevur tað hesi seinastu árini verið lagt nógv fyri at konsolidera skuldina niður á eitt hóskiligt støði aftur, og støðugar búskaparligar tíðir hava hjálpt væl til, soleiðis, at skuldin minkaði í stórum, áðrenn farið varð undir tríggjar stórar íløgur um somu tíð – Fjøruvegin, Svimjihøllina og orkubryggjuna í Søldarfirði – sum hava flutt nettoskuldina upp á umleið 66% av lániloftinum, - svarandi til 95 mió. kr. niðanfyri møguleikan at læna pening til íløgur. Av nógvum orsøkum er tað skilagott at ansa eftir skuldini. Skilagóðar ætlanir, sum eru til frama fyri lokalsamfelagið, kunnu bráðliga taka seg upp, og okkurt bendir á, at ringastu rentuherðindini hava lagt seg aftur – fyri eina tíð í hvussu er. Pr. 30. september í 2024 var nettoskuldin hjá Runavíkar kommunu 181 mió. kr., meðan lániloftið nú er 276 mió. kr.

Viðvíkjandi eldraøkinum kom Runavíkar kommuna at standa sera illa fyri mótvegis fíggingarlyklinum, sum Fíggjarmálaráðið og Føroya løgting í sínari tíð fingu samtyktan. Síðan 1. januar 2015 fram til ársenda í 2024 eru áleið 126 milliónir krónur brúktar úr kommunukassanum – afturat afturberingini úr landskassanum – til tess at fíggja eldraøkið. 42 mió. kr. til íløgur og 84 mió. kr. til rakstur. Runavíkar kommuna er ein lutur av samstarvinum Roðin, sum Sjóvar- og Nes kommunur eisini eru partar av. Næststørsta eldraøkið í landinum, har Runavíkar kommuna hevur havt leiðsluna síðan 1. januar 2017.
 
Táið vit tíðliga í hesum árinum fóru undir at fyrireika fíggjarætlanina fyri fíggjarárið 2025, var útgangsstøðið tað siðvanda, at halda seg konservativt/realistiskt til eitt ókent ár – grundarlagið var gongdin í verandi ári, árini undan, og leysar metingar frameftir annars.
 
Tað er nú einaferð soleiðis, at ein kommuna er undirliggjandi umsitingar/politiskt- høpi í mun til landspolitiska myndugleikan, ið situr við lóggávu- og kunngerðarvaldinum. Fyri tveimum árum síðan tóku tríggir flokkar saman og skipaðu seg í eina landsstýrissamgongu. Samgonguskjalið boðaði sjálvandi frá stórum broytingum, sum av góðum grundum ávirkaðu búskapin hjá kommununum, tað hevur nú ikki verið óvanligt, líkamikið hvør ið koalitiónin hevur verið. Greitt var frá byrjan, at lovað lønarlyft, nýggj veiði- og & tøkugjøld, lønarvøkstur, styttri arbeiðsvika, uppnormeringar og havnastongsul fóru at ávirka búskapin hjá kommununum.
 
Kommunfelagið fekk í samráðingum við landsstýrið bilbukt við ringastu avleiðingarnar av m.a. lønarlyftinum og tøkugjaldinum, fyri okkara viðkomandi, men hóast havnastongsulin rakti inntøkusíðuna hjá Runavíkar havn hart, so hevur tað eydnast Runavíkar havn at manna seg uppaftur í 2024 – serliga við fleiri vitjanum av útlendskum ferðamannaskipum. Runavíkar kommuna er annars, millum tær størru kommunurnar, í tí serstøðu, at so at siga ongi almenn størv og stovnar eru í økinum, tí er hon serliga tengd at einum vinnulívi, sum fær líkindir til at trívast og mennast.

 Táið farið varð undir at byggja eina svimjihøll í Runavík til ein ætlaðan kostnað á 165 mió. kr., søkti Runavíkar kommuna um at fáa MVG´gjaldið á umleið 9,8 mió. kr. afturborið frá landinum. Tað hevur verið sum at seta undir klett, og úrslitið er harvið, at hendan einstaka íløgan fer at hava goldið landskassanum smáar 10 mió. kr. í MVG´gjaldið, táið svimjihøllin væntandi verður liðug á sumri 2025. Higartil eru brúktar 107,4 mió. kr. til svimjihøllina í mun til sáttmálakostnaðin á 165 mió. kr.
 
Raksturin fáa vit ikki broytt avgerandi, hann hongur nú einaferð somikið fastur í so nógvum íbundnum træðrum, at hann kvinkast lítið og onki. Tey seinastu nógvu árini hava vit roynt at hildið rakstrarvøkstrinum ájøvnum lønarvøkstrinum umframt kostnaðin av nýggjum átøkum, hesin verður nakað hægri í 2025, og hann verður partvíst kompenseraður fyri lønarlyft við tøkugjaldi í inntøkunum. Rakstrarvøksturin í 2025 er ætlaður til 5,6%. Skattaprosentið verður ikki sett niður, hóast tað er í hægra lagi, tí so máast grundarlagið undan íløgufænum, eisini teimum íløgunum, sum longu eru settar í gongd. Politisk semja er um, at nývalda býráðið á valinum 12. november fer at meta um íløgumøguleikarnar tey næstu 10 árini, og eisini hvussu skattatrýstið kann lækkast til frama fyri borgaran.
 
Rentuútreiðslurnar hava verið vaksandi, á sama hátt rentustuðulin, men tekn eru nú í sól og mána um, at rentutrýstið fer at lækka aftur – ynskiligt hevði eisini verið, at landsmyndugleikin fer undir at umskipa rentustuðulsskipanina, nú rentan er á veg niðureftir aftur. Trupult er at meta um felagsskattin tey næstu árini, sum sjálvandi kann ávirkast av rikna landspolikkinum. Havnastongsulin rakti nógvar av fyritøkunum, sum bera felagsskattin, tí er ilt at meta um hvussu hann fer at vignast frameftir. Líkamikið hvussu víkir og vendir, er persónsskatturin týdningarmesta og mest støðuga inntøkan hjá einari kommunu.
 
Gongdin í fíggjarætlanararbeiðnum hevur annars verið hon, at býráðið samtykti ein fíggjarkarm at virka eftir á býráðsfundinum hin 29. august 2024. Á býráðsfundinum hin 31. oktober 2024 samtykti býráðið FÆ2025 við 1. viðgerð. Onnur viðgerð av fíggjarætlanini verður á seinasta regluliga býráðsfundinum í hesum valskeiðnum - hósdagin hin 28. november.
 
Fíggjarætlanin fyri 2025 javnvigar við 300,4 mió. kr. Fíggjarætlað er uttan lántøku við einum avlopi á 10,1 mió. kr. Ætlanin er at gera skattafíggjaðar íløgur í 2025 fyri 52,4 mió. kr. Svimjihøllin, nevnd omanfyri, og sum eftir ætlan verður liðug á sumri 2025, er sáttmálabundin, og bankafígging er fingin til tað sum periodiskt vantar í - í byggitíðini. 107,4 mió. kr. eru higartil brúktar og goldnar til verkætlanina. Fjøruvegurin verður gjørdur samsvarandi avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Runavíkar kommunu – eisini staðfest av einum samdum løgtingi. Innari parturin er liðugur, uttari parturin verður nú neyvætlaður og bjóðaður út í 2025. Aðrar íløgur síggjast í yvirlitinum niðanfyri. Fyrireikingar verða nú gjørdar í tveimum bólkum til víðkan av kørmunum hjá skúlaverkinum og dagstovnaøkinum. Byggiskráin til útbyggingina av skúlanum á Glyvrum er nú so liðug, at klárt er at fara undir eina arkitektakapping, táið nýtt býráð tekur við á nýggjárinum.
 
Hetta hevur verið gongdin higartil í ár viðvíkjandi persónsskattinum og eftirlønarskattinum – fram til 01. oktober. Yvirhøvur hevur tað vignast væl betri enn fíggjarætlað var fyri árið 2024:

Fíggjarkarmurin

Inntøkur

Skattur

250.400.000 kr.

Eftrlønarskattur v.m.

50.000.000 kr.

Total

300.400.000 kr.

Útreiðslur

Rakstur

225.000.000 kr.

Íløgur – ársfíggjaðar

52.400.000 kr.

Rentustuðul

5.000.000 kr.

Egnar rentur

7.900.000 kr.

Avlop í FÆ2025

10.100.000 kr.

Total

300.400.000 kr.

Raksturin skipaður á økjum

Kommunal fyrisiting

22.374.000 kr.

Almannamál

80.236.000 kr.

Børn og ung

52.792.000 kr.

Undirvísing

19.938.000 kr.

Mentamál

20.693.000 kr.

Teknisk mál

20.175.000 kr.

Kommunal virki

8.792.000 kr.

Total

225.000.000 kr.

Viðmerking: Havnirnar í Runavíkar kommunu (vanliga róptar Runavíkar havn) hava havt ein frægari rakstur enn væntað í 2024, hóast havnastongsulin sum landsstýrið setti í verk ímóti skipum undir russiskum flaggi.

Íløgurnar skrivaðar á øki

Skála søga

100.000 kr.

Heilsumiðstøðin í Runavík

 80.000 kr.

Útbygging av Sellanum

240.000 kr

Fyrireiking av nýggjum dagstovni 

400.000 kr.

Víkin í Æðuvík

800.000 kr

KT í skúlanum

300.000 kr.

Bingjur við Glyvra skúla

1.000.000 kr.

Ætlan fyri skúlabygging

1.000.000 kr.

Spælipláss í skúlanum við Løkin

400.000 kr.

Ungdómshús á Skála 

80.000 kr.

Kykmyndaætlan

200.000 kr.

Fornminni

200.000 kr.

Bumbuskýli á Skála

100.000 kr

Ítróttarhøll á Skála

200.000 kr

Ítróttarhús í Runavík

1.400.000 kr.

Ítróttarøkið á Skála

800.000 kr

Svimjihøll

20.000.000 kr.

Útibreyt til bogaskjóting

100.000 kr

Kommunal nátthús (Oyndarfirði)

160.000 kr.

Bygdarhús í Skálafirði (stuðul)

200.000 kr.

Skúlin í Elduvík

400.000 kr.

Ábøtur og umvælingar

5.700.000 kr.

Spælipláss

240.000 kr.

Fríøki í Oyndarfirði

120.000 kr.

Viðalund við Toftavatn

80.000 kr.

Vetrarfriðing Elduvík

100.000 kr.

Miðbýarætlan

1.600.000 kr.

Útstykking

800.000 kr.

Vinnustykkir á Rituvíkshálsi 

100.000 kr.

Kirkjugarðar

300.000 kr.

Vatnverk

1.600.000 kr.

Spillivatn

1.500.000 kr.

Vegir og økir

800.000 kr.

Gamli vegur (Oyndarfjørður – við kirkjuna)

400.000 kr.

Gøta við Toftavatn

120.000 kr.

Ljós – Skúla- og Garðagøta í Søldarfirði 

80.000 kr.

Gøta Søldarfjørður - Lamba

100.000 kr

Gøta Rituvík - Runavík

380.000 kr

Akfør og maskinaboð

1.600.000 kr.

Fjøruvegurin

240.000 kr.

Rampa, bryggja og umvælingar – Rvk havn

400.000 kr.

Havnagerð í Søldarfirði 

5.600.000 kr.

Lending í Funningi

400.000 kr.

Bátahylur á Skála – kirkjugarður 

700.000 kr.

Glyvra strond

120.000 kr.

Bátabrúgvar á Glyvrum

1.000.000 kr.

Bussleið, samskipandi app

160.000 kr

Total

52.400.000 kr.

Runavíkar kommuna flytir umsitingina inn í gomlu hølini hjá Føroya Banka á Heiðavegi 54 í hesum árinum. Enn er endalig støða ikki tikin til, hvat ið gerast skal við gomlu Kommunuskrivstovuna á Heiðavegi 26. Býráðsfundirnir vera frameftir hildnir í nýggja býráðssalinum í Gamla skúla (1891) á Glyvrum.