Runa óttast fyri at Beijing fer at lata aftur: Yvir 20 milliónir fólk hava fingið boð um at kanna seg fyri koronu hesa vikuna

Nakrir koronasmittutilburðir í Beijing hevur elvt til ótta millum íbúgvarnar, tí vandi kann vera fyri, at kinverski høvuðsstaðurin verður latin aftur eins og í Shanghai. – Støðan í Beijing er álvarslig í løtuni, ikki tí at tað eru so nógv smittað í mun til fólkatalið, men í mun til nógvu tiltøkini, sum verða sett í verk, sigur Runa Preeti Ísfeld úr Beijing

Runa Preeti Ísfeld og maðurin, Sigmundur, fluttu til Beijing í 2019 í samband við, at Sigmundur gjørdist sendimaður í Kina. (Mynd: gransking.fo)
Sigurjón Einarsson
27. apríl 2022 kl. 20:41

Runa Preeti Ísfeld stendur í bíðirøð – einari langari bíðirøð.

– Vit eru yvir 20 milliónir fólk, sum hava fingið at vita, at vit skulu kanna okkum fyri koronu hesa vikuna. Fyrsta kanningin var mánadagin. Í dag skulu vit aftur kannast og so skulu vit kanna okkum enn einaferð fríggjadagin, sigur Runa Preeti Ísfeld, ið býr í kinverska høvuðsstaðnum, Beijing.

Koronafarsóttin er so smátt farin at gera um seg aftur í Kina, og tað hevur millum annað havt við sær, at størsti býurin í Kina, Shanghai, hevur verið afturlatin í umleið ein mánað. Nú bera íbúgvarnir í Beijing og Runa ótta fyri, at høvuðsstaðurin eisini fer at lata aftur.

 – Støðan í Beijing er álvarslig í løtuni, ikki tí at tað eru so nógv smittað í mun til fólkatalið, men í mun til tey nógvu tiltøkini, sum verða sett í verk í løtuni, nú koronusmittutølini í Beijing økjast spakuliga, sigur Runa.

Í gjár, týsdagin, hava myndugleikarnir í Beijing skrásett 33 nýggjar koronasmittutilburðir. Dagin fyri vórðu 32 nýggir tilburðir staðfestir og sunnudagin 19.

– Tølini vísa, at í løtuni eru 108 fólk í viðgerð fyri korona í Beijing. Tey (myndugleikarnir, red.) innleggja øll, sum verða testað positiv í Kina, og kalla tað “at vera í viðgerð”. Vit fóru øll í panikk mánadagin, eftirsum vit fingu boð sera seint sunnukvøldið, at nú fóru myndugleikarnir at hópkanna fólk í Beijing.

Stóra hópkanningin í Beijing byrjaði mánadagin. Hendan myndin er frá í dag, tá annað umfar var á skránni. (Mynd: EPA-EFE)

Fólk hamstra vørur
Fólk í Beijing eru stúrin fyri, hvat kann fara at henda, nú myndugleikarnir í Beijing hava tikið avgerð um at kanna flestu íbúgvarnir í býnum – har yvir 22 milliónir fólk búgva – bert nakrar fáar dagar eftir, at nakrir koronatilburðir vórðu staðfestir í høvuðsstaðnum.

Avgerðin at hópkanna fólk í Beijing sampakkar ikki við framferðarháttin í Shanghai, har myndugleikarnir bíðaðu í umleið ein mánað við at kanna fólk, eftir at nakrir koronutilburðir vórðu staðfestir har.

– Vit vita ikki heilt, hvat kann fara at henda. Ein kann stúra fyri, at vit í Beijing skulu uppliva eina steinging, eins og í Shanghai, har fólk í longri tíð hava havt sera hørð kor at liva undir, og nógv hava svøltað, nú Shanghai hevur verið afturlatið í meira enn ein mánað.

– Øll fóru at keypa inn undir seg av matvørum og øðrum neyðugum, og teir meira vesturlendsku  matvøruhandlarnir vórðu skjótt tømdir fyri vørur, samanborið við teir lokalu matvøruhandlarnar. Fólk hava hamstrað her, fyri at ikki koma í somu støðu sum í Shanghai, har vit hoyra, at fólk mangla mat, sigur Runa Preeti Ísfeld úr Beijing.

Runa vísir á, at matvøruhandlarnir aftur hava fingið allar vørur í dag, og myndugleikarnir heita á fólk, um ikki at fara í panikk.

Beijing letur spakuliga aftur
Seinast eru fleiri venjingarmiðstøðir, sjónleikarhús, biografar og støð, ið draga ferðafólk at sær, latin aftur í gjár, týsdagin. Hetta hendir, eftir at fólkaríkasta øki í Beijing, Chaoyang, har Runa Preeti Ísfeld og familjan eisini búgva, er byrjað at kanna sínar íbúgvar fyri koronu mánadagin í hesi vikuni.

– Tað sum vit hava upplivað í Beijing er sonevnt ‘community lockdown’. Tað vil siga, at eitt heilt bústaðarøki letur aftur í 14 dagar. Fólkini har skulu í hesum tíðarskeiði kannast fleiri ferðir fyri koronu og sleppa tí ikki út. Eitt bústaðarøki, sum liggur ein kilometur frá okkum er afturlatið í løtuni og tað eru onnur, kanska trý-fýra onnur bústaðarøki, sum eisini eru afturlatin í løtuni. Men vit eru mentalt fyrireikað upp á, at vit kunnu verða næst í røðini at lata aftur, sigur Runa Preeti.

(Tað virkar sum hetta barnið roynir at skúgva sær undan at verða kannað. Mynd: EPA-EFE)

Kennist løgið
Runa heldur, at tað er sera løgið, at tey skulu liva undir trýsti, at tey møguliga skulu liva eina tilveru handan læstar dyr í óásetta tíð, fer koronusmittan veruliga at gera um seg aftur í Beijing.

– Tað kennist sera løgið at vera her, tá øll okkara familja, vinir og kenningar í Føroyum longu hava havt koronusmittu tætt at sær har heima, men har øll tiltøk í samband við at basa Covid-19 í Føroyum eru “avlýst”, meðan mann í Kina roknar Covid-19 sum sera álvarsamt.

Runa Preeti Ísfeld vísir eisini á, at ein frágreiðing er, at ein meiriluti av teimum eldru fólkunum í Kina enn ikki eru koppsett, og at heilsuskipanin í Kina ikki er líka góð sum okkara í Føroyum.

– Ein annar trupulleiki er, at tey hava nógv fólk, sum búgva úti á bygd og hava ikki atgongd til góð sjúkrahús.

(Enn er møguligt at ferðast frítt runt í Beijing, men enn fer Beijing at lata aftur, um smittutølini vaksa? (Mynd: Facebook/Runa Preeti)

Noyðast at vera tolin
Fyri Runu og hinar íbúgvarnar í Beijing er nærmasta framtíðin óviss. Kina førir ein nullpolitikk, tá tað kemur til koronu, og tí verður tað sett hart inn við tiltøkum at basa smittuni – eisini har, har tað bert verða nakrir fáir koronutilburðir staðfestir, hóast fleiri milliónir fólk búgva har.

– Vit útlendingar, sum búgva her, kunnu einki annað gera enn at vera tolin og vóna tað besta, tí vit eru ofta undir sálarligum trýsti og strongd, eftirsum vit ikki vita, hvat kann henda. Tað er stressandi fyri bæði okkum útlendingar í Beijing, men eisini fyri tey lokalu, sigur Runa Preeti Ísfeld at enda.

(Myndir: EPA-EFE)