Rumenia, sum hevur Ungarn sum nærmasta grannaland, har serliga Fidesz og høgrasinnaða ungverski flokkurin Jobbik stendur sterkt, hevur markerað seg – eins og fleiri av hinum ES-londunum í Eysturevropa – at ganga ímóti ES-grundhugsjónini viðvíkjandi mannarættindum.
Seinast hevur uttanríkisráðharrin í Luksemborg, Jean Asselborn, sum er samkyndur, mælt til , at Ungarn skal verða blakað úr ES. Eisini hevur niðurlendski forsætisráðharrin, Mark Rutte, verið frammi og sagt, at Ungarn eigur at missa sín ES-studning.
Men í Rumenia er heldur ikki stórur stuðul til LGBT-fólk. Í nýggjari meiningarkanning siga 57 prosent av rumenum nei til at LGBT-fólk skulu fáa økt rættindi. 12 prosent siga ja, meðan 31 prosent siga hvørki ja ella nei.
Í spurninginum, hvørt siðbundna familjumynstrið skal varðveitast ella styrkjast, so svaraðu 62 prosent av rumenum ja, 14 prosent søgdu nei, meðan 24 prosent ikki ynsktu at svara.
Fólk vórðu eisini spurd, um tey persónliga vóru ímóti, at LGBT-fólk samlaðu seg og millum annað gingu skrúðgongu. Her søgdu 55 prosent nei, meðan 24 prosent søgdu ja og 21 prosent vildu hvørki siga ja ella nei.
Líknandi kanning í Rumenia sigur, at tað er týðilig mótstøðu móti LGBT-fólkum í landinum. 70 prosent av fólkunum vóru ímóti hjúnabandi við tveimum fólkum av sama kyni, sambært eldri kanning hjá Avangarde.