Eitt lítið rúmdarkanningarfar hjá Nasa lendi seint í gjárkvøldið á smágongustjørnuni, Bennu. Rúmdarfarið samlaði eitt sindur av dusti frá lítlu smágongustjørnuni. Steðgurin var lítil og nú er lítla rúmdarfarið longu á veg heim aftur. Fyrstu upplýsingarnar siga, at uppgávan gekk væl.
Tað vardi einans eina lítla løtu at taka royndirnar, men sjálv lendingin kravdi góðar nervar. Kanningarfarið skuldi lenda á einum lítlum og fløtum øki, ið er bert 16 metrar breitt og lá beint í einum krater.
Hevur alt gingið væl, so hevur Osiris-rex samlað tvey kilo av dusti og smásteinum frá smágongustjørnuni. Hetta skal geva granskarum innlit í, hvussu sólskipanin varð skapt fyri sløkum 4,6 milliardum árum síðani.
334 milliónir kilometrar burtur
Avstandurin millum Bennu-smágongustjørnuna og jørðina broytist í hvørjum, men júst nú er hon áleið 334 kilometrar burturi frá okkara bláu jarðarknøtti. Tí gongur tað 18 minuttir í samskiftinum millum Osirix-rex og Nasa á jørðini. Og sambært Nasa, so gekk alt væl – bæði lendingin, innsavnan av tilfari og síðani byrjanina uppá heimferðina.
Granskarar ynskja at fáa vitan frá smágongustjørnum, tí hesar eru eitt slag av tíðarferð aftur til upprunan av skapanini av okkara sólskipan, og við at kanna dustið og smásteinarnar, frá eitt nú Bennu, kunnu vit gerast klókari, hvussu sólskipanin byrjaði.
Tá smágongustjørnur koma ov nær jørðini
Eitt annað endamál við ferðini er at skilja “fíggindan”. Hetta, tí smágongustjørnur fyrr ella seinni fara at koma ov nær jørðini – og í ringasta føri – fara at raka jørðina. Bennu er ein av hesum smágongustjørnum, ið fara at koma nær jørðini um eini 100 ár.
-Vit vita, at tað var ein smágongustjørna, ið var viðvirkandi til, at dinosaurarnir doyðu út fyri 66 milliónum árum síðani, so tað er bara ein spurningur um tíð, nær tann næsta rakar okkum, sigur stjørnualisfrøðingurin Michael Linden-Vørnle við DR. Møguleikin er tó einans 0,07 prosent.
Eftir ætlan vendir Osiris-rex aftur til jørðina við sínum royndum í september 2023.
Kelda: Nasa, The Guardian og DR.